Ein heilt serligur dagur fyri Klaksvík

Hetta er bert fyrsta stigið av fleiri

- Hetta er ein heilt serligur dagur fyri Klaksvík.

Tað segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, nú fyrsta húsið er reist í nýggja miðbýarøkinum, tey ætla at gera í Klaksvík.

Hetta er  samstundis tann størsti bygningurin, tí hann er tí hann er einar 4200 fermetrar og í honum eru 30 íbúðir, umframt handilshøli, matstovur, og annað útvent virksemi, í veghæddini.

 

Tað eru eini 30 ár síðani, at tey fóru at tosa um at gera ein miðbý í Klaksvík, tí tað hevur ikki verið nakar natúrligur miðdepil, samstundi sum at næstan einki er eftir av teimum gomlu húsunum og bygningunum, ið kundu myndað ein miðbý ella eina býarkjarnu.

 

Men húsið, sum nú er reist, er bara tað fyrsta av fleiri, tí eftir ætlan fer BankNordik eisini at byggja nýggjan bankabygning í nýggja miðbýnum í næstum, og skjótt fer tann triðja miðbýarbyggingin í gongd, tá ið nýggi Húsarhaldsskúlin við lestraríbúðum, verður bygdur.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran í Klaksvík greiða frá.