Ein heit móttøka

Hóast summarveðrið ikki vísti seg frá síni mest hugtakandi síðu, so sá tað ikki út til at nerva kongsfamiljuna stórvegis. Tað sá heldur ikki út til at gera upplivingina minni hjá teimum mongu føroyingum, sum vóru savnaðir at taka ímóti

Tað var kalt og vátt, og tey, sum vóru komin oman á bryggjuna, royndu sum frægast at kroka aftanfyri hvønnannan.
Men brádliga hoyrdist fyrsta av teimum 27 skotunum, sum verða latin av til heiðurs fyri drotningina, og brádliga gjørdist huglagið á bryggjuni eitt vet hátíðarligari. Havnar hornorkestur byrjaði at spæla, og júst sum mastrarnar á Dannebrog komu undan grótbrotinum á molanum, dagaði eisini sólin undan skýggjunum. Tað merktist týðiliga, at fólk vóru spent, og at hetta ikki var ein hvønndagshending.
Fólk, sum vóru í seinna lagi, runnu aftur og fram í vón um at finna at stað at standa, har tey kundu fáa eyga á tey kongaligu.
Skipið legði at, og hvørjaferð hurðin fóru upp, fór eitt suð gjøgnum fjøldina. Mundu tað nú vera tey, sum komu?

Misti hattin
Men brádliga hoyrdist ein floyta, og matrósarnir umborð stóðu stillir, sum vóru teir úr steini, meðan bringan varð spent út.
? Nú floytaði hann, rópti onkur á bryggjuni, og tað gjørdist mestsum kvirt.
Og so komu tey í land. Drotningin fyrst, síðani Hendrikur prinsur, Fríðrikur krúnprinsur og at enda eisini krúnprinsessan, vøkur og stílfull, sum altíð.
Tey smíltust og veittraðu, eisini hóast regnið aftur eina løtu vann á sólini.
Donsk, føroysk og tasmansk fløgg veittraðu, ímeðan løgmaður helt sína vælkomsttalu. Hann siteraði byrjanina úr bókini »Glataðu spælimenninir« eftir William Heinesen, har Føroyar ógvuliga væl verða lýstar.
Eftir at tað var rópt 9 falt hurrá, og Brandur Enni hevði sungið tjóðsangin, spældi veðrið eisini hennara kongaligu hátign drotning Margrethu eitt puss. Vindurin tók undir hattin, og lyfti hann av kongaliga høvdinum. Men hon var kvik at fáa hendur á honum aftur. Drotningin smílti at hendingini, og eisini tey mongu skúlabørnini hildu tað vera ógvuliga stuttligt.
Síðani fór fylgið til gongu. Løgmaður og løgtingsformaðurin fremstir, síðani drotningin og prinsurin og síðani krúnprinsaparið.
Mary gav sær góða tíð, og tók í hondina á fleiri av børnunum, sum vát og køld høvdu staðið og bíðað eftir at síggja hana.
Tey gingu so út í Tinganes, og mannamúgvan var stór, sum fylgdi aftaná. Allastaðni fram við vegnum og í nærum hvørjum vindeyga, vóru eisini fólk, sum spent stóðu og veittraðu.
So hóast veðrið ikki ætlaði tað, so kann eingin siga annað enn, at tey kongaligu fingu eina heita og hjartaliga móttøku á Bursatanga mánamorgunin.