Útoyggjastevna
Leygardagin vitjaði Sosialurin í Kalsoynni. Hetta gjørdist ein minnisríkur túrur, har tú upplivdi, hvussu ein heil oyggj dugir at hugna sær saman við gestum, bæði nær og fjar, tá ið høvið býðst. Høvið hesaferð var ársfundurin hjá Útoyggjafelagnum, sum nú hevur eitt ár á baki. Felagið varð formelt stovnað í Skúvoy fyri einum ári síðan, tá ið skúvoyingar skipaðu fyri einum megnar stevnutiltaki. Formaður í starvsnevndini hjá Útoyggjafelagnum er Óla Jákup úr Dímun.
Hóast vit vóru heldur sein á veg, og ferðin úr Klaksvík, til Syðradals og norður á Trøllanes tók nógv longri tíð enn væntað, vóru vit hinvegin leingi úti í Kalsoynni hendan dagin. Vit fóru av Leirvík til Klaksvíkar kl. 14, og beinleiðis yvir til Syðradals við Alfa Pilot og Tórleifi Sigurðsson sum skipara.
Í Klaksvík var oysregn ta lítlu løtuna, vit bíðaðu eftir Tórleifi. Á rampanum á Dúgvuni spurdi ein vestmannakona, Gunnvør, sum eisini var á veg í land, um vit vistu, hvar Barskorð lá. Jú, hann lá beint hinumegin pierin, men har var ikki ein sál umborð. Á bryggjuni læt konan seg í regnklæði, meðan hon fortaldi, at hon var á veg til Húsar at vitja sonin og verdóttrina. Hetta var aðru ferð, hon fór út í Kalsoynna at vitja tey bæði.
Løtu seinni stevndi Alfa Pilot inn um pierin.
Alfa Pilot er keyptur fyri umleið hálva milj. krónur, men krøvini vóru so stór til bátin, tá ið hann kom higar, at siglingarklárur kostar hann um 1 milj. krónur. Báturin, sum hevur tveir motorar og er meira enn 40 føtur langur, verður leigaður til útferðir, læknaørindi og sigling við fólki millum firðir og sund.
Torleif segði, at Útoyggjanevndin hevði heitt á seg um at sigla við fólki hendan dagin og túrurin, vit fóru um fjørðin, var ikki sambært nakrari lýstari ferðaætlan.
Alfa Pilot gongur 15 míl, so ferðir tvørtur um fjørðin tók stutta tíð.
Tá ið vit komu yvir á Syðradal, var eingin bussur, ei heldur nakar bilur fyri okkum.
Hetta var um somu tíð, sum setanin av stevnuni og konsert var á Trøllanesi, og tí mundi syðri parturin av oynni hesa løtuna vera at kalla manntómur.
Vit byrjaðu at ganga móti Húsum. Høvdu tó ikki væntað, at vit komu at ganga allar teir tríggjar kilometrarnar uttan at síggja ein tann einasta bil á vegnum. Tað harmaði eitt sindur, at vit ikki sluppu norður til Trøllanesar og kundu fáa um endan av teimum tiltøkum, ið har vóru.
Hetta var tó ein serstakliga hugnaligur gongutúrur. Veðrið var gott, bert lítið lot og eitt strok av ælingi av og á. Tó ikki so, at tað órógvaði.
Fólk, sum vóru á veg norðureftir, gingu í smáum bólkum. Tey flestu ungfólk. Onkur teirra var komin undan okkum. Í okkara lítla fylgi var Gunnvør, sum fyrr í vikuni var komin aftur av harmonikutúri við Norrønu.
Prátið gekk lívligt ? um alt millum himmal og jørð, og láturin var stundum nógvur. Hetta var ikki tung og tigandi gongd, men ein tann stuttligasti túrur, eg havi gingið.
Sonur vestmannakonuna var til arbeiðis í høvuðsstaðnum, og verdóttirin hevði ríkiligt at taka sær av, nú fleiri tiltøk vóru á Trøllanesi.
Frálíka rabarbugreytin, vit seinni um kvøldið ótu í bygdarhúsinum á Húsum, hevði hon eisini gjørt.
Vánaligt gsm-samband er á Trøllanesi, og tí fekst ikki fatur á fólki, um tú kendi onkran, sum kanska kundi koyrt okkum norður.
Vit slóu okkum tí bara til tols við, at gangast mátti allan vegin.
Komin norður móti Húsum, skiltist høvuðsvegurin í tveir bygdavegir; annar breiður, sum førdi oman til stóru og snotuligu kirkjuna, vit sóu undir vegnum. Hin smalur og førdi niðan til "Grønborg" og beint longur norðuri til verdóttrina hjá Gunvør, Hanne-Beth.
Vit fara innar saman við Gunnvør, sum bjóðar gott kaffi og formakaku. Ein av gestunum hevur eisini rugbreyð og føroyskt skerpikjøt við sær. Ein góður biti eftir gongutúrin, sum helst hevur forkomið nøkrum kalorium, ið kanska vóru ov nógvar?
Eftir at hava etið, skrivað í gestabókina og roykt eina sigarett, ljóðar, at lítil lastbilur er í túninum, sum vil koyra okkum norður til Trøllanesar.
Vit sleppa inn í húsið at sita. Uppi í lastini situr Ásmundur Guðjónsson saman við konu og børnum.
Tað tøkur eina løtu at koyra norður og tey, sum sita uppi lastini, eru vorðin køld, tá ið vit steðga í miðbýnum á Trøllanesi beint fyri kl. 17!
Ein langur túrur úr Leirvík til Klaksvíkar, yvir á Syðradal, til gongu norður á Húsar og at enda norður til Trøllanesar.
Enn eru ikki øll farin av Trøllanesi og suður til Húsar, har restin av tiltøkunum eru á skránni.
Í túninum á Trøllanesi práta vit við Finnboga Ísakson, sum setti stevnuna og konuna, Ásu. Vit hitta formannin í Útoyggjanevndini, Óla Jákup úr Dímun, sum eisini er í Kalsoynni við konu.
Myndir verða tiknar, og avtalur verða gjørdar við fólk, sum hava verið í oynni allan dagin um aðrar myndir, vit ikki høvdu høvið at taka. Ein av hesum er óføri rennarin, Guttormur Sørensen, sum hevur gott digitalt myndatól og kann senda myndir við telduposti.
Í túninum møta vit eisini Brandi Enni og Steintóri Rasmussen, og mynd verður tikin, har Finnbogi, Steintór og Brandur hugna sær við práti.
Beint, tá ið vit komu til Trøllanesar, sóu vit eisini landsstýrismannin, Karsten Hansen í túninum. Løtu seinni sat hann í lítlum lastbili á veg suðureftir oynni aftur.
Eftir at hava sprákað í bygdini á Trøllanesi og tosað við fólk í ein tíma ella so, ljóðar, at dóttir Vilhelm Johannesen, Signhild, sum er gift Mikkjali, son Jógvan Joensen, bónda, bjóðar inn á gólvið.
Signhild er umboðsráðslimur fyri Trøllanes í Útoyggjafelagnum, og tað var hon, sum beyð vælkomin í Kalsoynna, áðrenn sjálv stevnan varð sett.
Hon og maðurin hava bygt nýggj hús á Trøllanesi miðskeiðis í nítiárunum. Hetta eru eini stór og snotulig hús og samstundis tey fjórðu húsini, sum fólk búgva í á Trøllanesi.
Signhild gongur við posti um alla oynna. Hon er tað, tey rópa landspostboð og arbeiðir 20 tímar um vikuna. Mikkjal hevur smiðju beint niðanfyri húsini og fæst annars við bóndaskap.
Nógv fólk hevði verið inni á gólvinum, tá ið vit komu innar, og framvegis vóru nógvir gestir á vitjan.
Inni hjá Signhild og Mikkjali, sum bæði vóru serstakliga blíð og fyrikomandi, fingu vit bæði smurt breyð og køkur.
Nógv varð prátað, og ikki minst setti tað sín dám á hesa vitjanina, at vit við borðið sótu beint yvir av Vilhelmi Johannesen, sum veit ein heilan hóp um alt millum himmal og jørð.
Tað var ikki nógv at renna avstað aftur til, tí tey næstu tiltøkini vóru øll á Húsum, og tann vegin skuldu vit kortini.
Olga Biskopstø, skrivari í Útoyggjanevndini, sum eisini var í Kalsoynni saman við manninum, Abrahami Mikladal, visti at siga okkum, at Ritan sigldi av Húsum út í Hest kl. 23 hetta kvøldið. Á veg suðuryvir, skuldi hon leggja inn á Havnina við fólki, sum skuldu av í Havn.
So, hetta var ein frálíkur ? og tann einasti ? møguleikin hjá fólki á meginøkinum, sum ikki koyrdu í egnum bili, at sleppa av aftur oynni og inn aftur í stórbýin, um tú ikki ætlaði tær at liggja nátt. Hinvegin var gott ferðasamband millum Kalsoynna og Klaksvíkina allan dagin og út á kvøldið og náttina við.
Trupulleikin hjá okkum, sum skuldu inn aftur á meginøkið og ikki høvdu bil standandi í Leirvík, var, at seinasti bussurin fór so tíðliga úr Leirvík.
Av Trøllanesi fóru vit aftur til Húsar við Vilhelmi Johannesen sum bilførara.
Á Húsum steðgaðu vit fyrst inni í kirkjuni, har Andras Joensen hevði gjørt sær stóran ómak at festa á blað kirkjusøguna á Húsum.
Niðri í gamla Bakka-handlinum var áhugaverd framsýning av gomlum lutum, og uppi í skúlanum var framsýning og søla av handgjørdum lutum og málningum.
Í bygdahúsinum kundi tú keypa tær kaffi, breyð og rabarbugreyt, og áðrenn langt um leingi, dansaðu tey føroyskan dans beint niðanfyri bygdahúsið.
Hugnaligt var at sita og hvíla sær beinini aftur við einum góðum kaffimunni, meðan tú hoyrdi bygdamenn kvøða vísur.
Í vikuni fara vit at venda aftur til ymisk tiltøk, sum vóru í oynni hendan dagin, vit fara at práta við fólk, og vit fara eisini at siga eitt sindur um arbeiðið hjá Útoyggjanevndini.