Ein hvirla kom framvið

Fyri einari lítlari løtu síðan kom ein hvirla bóltandi framvið glugganum her í erva í Miðlahúsinum. Í føvninginum bar hon summarið; Og eg takki fyri smáu og dýrabaru løturnar, sum ríka lívið: góðveðursdagarnar í haganum, angan av nýslignum grasi, á uttandura café ljósu næturnar í góðum vertskapi og børnini, sum spæla úti til á midnátt. Ja, føroyska summarið er nakað heilt serligt. Kanska áttu vit at lagt okkum eftir at hátíðarhildið summarið heima, og heldur farið uttanlands vetrarhálvuna, tá brimið dálkar rútarnar og myrkrið fjalir støv og skitt á skápshurðunum?

Fært tú útilongsul, kanst tú droyma teg burtur saman við okkum í Rákinum hesaferð. Tí vit hava bæði verið í Tailandi og í Reykjavík – tvey vælegnað ferðamál í vetrarhálvuni.

Í Tailandi fært tú hita, spennandi upplivingar og eksotiskan mat, meðan Reykjavík er perfekta staðið til ein herligan vinkonutúr. Ikki minst nú íslendska krónan er so lág, at íborna kvinnuliga shopping-genið fær tørv sín nøktaðan.