Ein innilig áheitan um ikki at skerja játtanina

Grundgevingin fyri at skerja játtanina til at undirvísa orðblindum, er margháttlig

Tað eru fleiri orðblind, sum ikki fáa ta undirvísing, tey hava tørv á. Og nú vandi fyri, at støðan fer at versna enn meiri.

 

Tað staðfesta tey í felagnum fyri Lesi- og Skriviveik.

 

Og nú Løgtingið viðger figgjarlógina fyri næsta ár, heita tey inniliga á politikararnar um at hækka játtanina.

 

Í 2014 fekk felagið 1,374 milliónir á fíggjarlógini at arbeiða við, men í 2015 og í fjør hækkaði hon upp á 1,5 milliónir. Í ár er játtanin 1,6 milliónir, men næsta ár ætlar landsstýrið at lækka hana aftur niður í 1,4 milliónir.

 

Í felagnum fyri lesi og skriviveik, vísa tey á, at tað eru 14 serlærarar á økinum, knýttir at felagnum og hvørja viku undirvísa tey 50 næmingum, sum eru orðblindir og illa fáa lisið og skrivað.

 

Beint nú er næmingatalið 59, men men av tí, at næmingar koma og fara, er rætta talið á næmingum nógv hægri tilsamans.

 

- Næmingarnir eru úr øllum landinum. Umleið ein fjórðingur eru úr fólkaskúlanum, og hini eru úr miðnámsskúlum, helst teknisku skúlunum, umframt av Vinnuháskúlanum og lesandi av Fróðskaparsetrinum, eitt nú læraralesandi.

 

- Harumframt er so eisini ein stórur partur vaksin fólk, sum venda sær henda vegin, tí tey kenna seg sviknan av skúlaskipanini og ongantíð fingu kjansin.

 

Og í løtuni eru eini 20-25 næmingar á bíðilista.

 

Í felagnum fyri Lesi og Skriviveik vísa tey á, at í fjør rakk ikki til og tískil vórðu tey noydd til at gevast við undirvísingini longu fyrstu viku í november, og tey vænta, at støðan verður tann sama í ár, tí alsamt fleiri fólk venda sær til felagið, tí tey vita sær ikki onnur ráð.

 

Landsstýrið ætlar at lækka játtanina, tí at undirvísa orðblindum er ein partur av virkseminum hjá fólkaskúlanum.

 

- Hetta tykist vera ein margháttlig grundgeving, tí einir tríggir fjórðingar av virkseminum hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik er fyri næmingar uttan fyri fólkaskúlan, siga tey í felagnum.

 

Tey vísa eisini á, at fleiri av næmingunum eru enntá heilt uttanfyri skúlaskipanina.

 

Tí heita tey inniliga á løgtingsins fíggjarnevnd, um at játtanin til stuðul til undirvísing av lesi og skriveikum ikki verður lækkað, men heldur økt, so eisini tey kunnu fáa neyðugan stuðul, sum tey inú mugu siga nei til, tí játtanin ikki røkkur.