Tað er kanska heldur tíðliga at tosa um hetta. Men aftur í ár fer tann serstaki jólakalendarin hjá Hjálpini at verða seldur kring landið.
Eins og undanfarin ár er ein hópur av góðum vinningum, sum verða drignir í jólamánaðinum.
Hesin jólakalendarin verður seldur av fólki sum ganga frá hurð til hurð teir komandi dagarnar.
Innkomni peningurin fer til arbeiðið hjá Hjálpini, sum er at veita teimum treingjandi og øðrum eina hjálpandi hond, tá á stendur.
- Hetta er 14. árið at hesin jólakalendarin verður seldur, upplýsir ein av fyriskiparunum, Leif Erik Niclasen. - Hetta hava eisini verið 14 spennandi og rík ár.