Ása Hátún
----
Fari fyrst eitt legg aftur í tíðina, eini 30-40 ár, fyri stutt at lýsa støðuna hjá ullini í Føroyum, sum hon tók seg upp eftir kríggið.
Fram til um leið 1950-60 var mynstrið nøkunlunda tað sama, sum tað hevði verið gjøgnum øldir, men samfelagsmynstur broytast, og í hesum árunum tók broytingin dik á seg.
Komin fram til 70-árini var ullin blivin ein samfelagstrupulleiki. Ullararbeiði sampakkaði ikki við nýtímans livihættir.
Pláss var ikki fyri ullini, man mátti sleppa sær av við hana. Men hvussu?
Jú, í juni-juli hesi árini ruku brandar víða um í haganum. Summi royndu at tyrva ella koyra ullina á sjógv at fáa hana úr eygunum, men eingin var glaður um hendan “kreativitet” at sleppa sær av við ullina. Serliga var tað eldra ættarliðið, sum royndi at trúgva uppá, at okkurt fór at henda, tóku ullina heim, vaskaðu sum tey plagdu og stappaðu í sekkir, og so stóðu teir og bíðaðu.
Men bara trúgv flytir ikki fjøll. Meira skal til.
Fleiri í yngra ættarliðnum vóru virkin við hugskotum, og tað er gleðiligt at síggja, at nógv sæst aftur av hesum virksemi í dag.
Tvey, sum ikki sótu hendur í favn, vóru Karin og Árni Brattaberg.
Tey fóru í holt við at skipa fyri ullarinnsavning kring landið. Hetta var eitt royndarvirksemi, sum kravdi sín mann og sína kvinnu. Og í dag 30-40 ár seinni hava vit brandið SIRRI, sum nú er kent langt út í heim, og sum er krúnan á verkinum av teirra framfýsni og áhaldandi ídni. Men fyri einum ári síðan segði Árni frá í útvarpinum, at 2012 bleiv teirra seinasta innsavningarár.
Fór nakar annar at bjóða seg fram og taka arvin upp?
Og her byrjar tann sólskinssøgan, sum eg vildi siga frá:
ALS og Búnaðarstovan tóku arvin upp
Jú, ALS gjørdi vart við, at tey vóru fús at taka handskan upp, og tað vísti seg at vera eitt heilt genialt hugskot. Her vóru fólk við tómum hondum, sum fegin vildu fara til verka.
Herfyri læt Búnaðarstovan hurðina upp at vísa fram, hvat var komið burtur úr hesum tiltaki, og har gekk sjón fyri søgn, at arbeiðið var gjørt til lítar.
At stíga inn í tað stóra hølið, har ullin var savnað, var ein sonn uppliving. Bingjur, stappaðar við ull, stóðu klárar til næsta stig í virkseminum, sum er at vaska, spinna, lita o.s.fr
Men tað hugaligasta var tó at síggja arbeiðisfólkið, sum stóðu og sorteraðu ullina eftir liti og dygd at gera hana klára at at fara í bingjurnar. Karin var teirra lærumeistari við sínum drúgvu royndum, og tað var greitt, at her var engagement og arbeiðsgleði.
Síðan var høvi at ganga runt, hyggja, spyrja og o.s.fr. Eftir hetta vóru vit boðin in í tey “fínu” hølini til ein kaffimunn og at hoyra upplýsandi fyrilestur um ullardygd (ein norðmaður frá Vestlandinum). Runt um í hølunum vóru eisini lutir sýndir fram, sum vóru partar av tiltakinum: litað tógv, bond, sápa gjørd úr tálg og annað, alt, sum dugnalig fólk høvdu lagt teimum lag á.
Árni og Karin greiddu frá um hugsjónir og erfaringar, sum tey góvu víðari til tey, sum nú vónandi fylgja eftir. Tað var heilt greitt, hvussu glað og vælnøgd øll vóru: leiðslan frá ALS, tey á Búnaðarstovuni og hjúnini Brattaberg, sum høvdu verið har alt summar, og ikki minst arbeiðisfólkið, sum hava verið virkin og vakin í hesum samfelags- og persónsmennandi tiltaki.
Vit fara at takka og ynskja tillukku við væleydnari nýggjari byrjan.
Nú standa heystfjøllini fyri framman
Nú standa heystfjøllini fyri framman, og stórur partur av skinnum og avroðum enda á brennistøðunum og í áum. Her er ein samfelagstrupulleiki, sum vit kanska eisini kundu vent.
Eg hevði fyri nøkrum árum síðan eina uppliving, sum eg fari at siga frá:
Var og ferðaðist í Islington, sum er ein gamal býarpartur í London. Hetta var í november mánað. Eitt vikuskifti var mikil aktivitetur í býnum. Sølubúðir, hita- og ljóslampur vóru settar upp í hugnaliga gamla býarpartinum, og tíðliga leygarmorgum komu vognar úr Skotlandi fultlaðaðir við skotskum bóndamati av alskyns slagi: pylsur eftir gomlum uppskriftum (sum fylgdu við) kókaðar , royktar, saltaðar, úr kjøti og blóði, heimabakað breyð, skotskt øl. You name it. Menninir, sum seldu og vartaðu upp vóru í fínum kiltum, kvinnurnar eisini í skotskum búnum.
Her var talan um ektaðan jólahugna. Og so eitt íslett av tí, sum er so hugaligt: At fáa kunnleika um matsiðir, sum teir vóru fyrr og eru enn í ymsum pørtum av landinum. Og ikki minst, kveikjandi sosial samvera millum bygd og bý.
Sjóneyka verður í hesum døgum sett á, at nógv fólk hava trupult at fáa endarnar at røkka saman, og serliga nívandi er hetta um jóltíðir. Og vit koyra góða føroyska rávøru burtur!
Her er rúm fyri góðum hugskotum.