Ein íslendsk SAGA. Ella ein donsk MedWin.
Tað er ein spurningur, sum skilur kommunulæknar í Havn í hesum døgum. Bylgjurnar ganga so høgt, at ein lækni hevur sagt upp av hesari orsøk, og aðrir hótta við at fara sama veg.
Bara tveir læknar hava í roynd og veru roynt íslendsku skipanina, SAGA, sum Býráðið vil hava læknarnar at nýta. Teir eru Dánjal Petur Højgaard og Annika Olsen, sum halda til í Berjabrekku. Tey bæði eru heit talsfólk fyri íslendsku skipanini. Allir hinir sjey kommunulæknarnir vilja hava eina danska skipan í staðin.
? Teir eru treiskir. Vit hava argumentini. SAGA-skipanin er ment í einum føroyskum-íslendskum samstarvi. Hon hevur avgerandi fyrimunir í mun til donsku skipanina. Hon er lættari at handfara, meiri fullfíggjað, betri útgjørd, tryggari, meiri fleksibul og tosar saman við øðrum skipanum, sigur Petur Højgaard, sum annars er fluttur til Sandoyar at vera lækni.
Í Sandoy hevur Petur Højgaard fingið høvi at roynt eina av nýggjaru donsku skipanunum. Sostatt er hann tann einasti, sum kann samanbera skipanirnar á haldgóðum grundarlagi. Og hann er sannførdur um, at tann íslendska, sum er føroyskað hjá Formula.fo, er nógv meiri tíðarhóskandi enn donsku skipanirnar.
Vit fara saman við Peturi Højgaard ígjøgnum nøkur av sjónarmiðunum hjá teimum báðum læknunum, sum hava sjey kommunulæknar í Havn ímóti sær.
SAGA fleksiblari
Tað er ikki so stórur munur á skipanunum, tá tað kemur til vanligt arbeiði í viðtaluni. Allir skipanir megna at skriva rokningar, skriva resept, notatir og geva tíðir. Kortini er SAGA væl betri í gerandisdegnum, sigur Petur Højgaard.
? Danska skipanin, sum eg havi roynt á Sandi, er væl tyngri enn SAGA-skipanin, sum eg havi roynt í Berjabrekku, sigur Petur Højgaard, og vísir á fleiri viðurskifti.
Danska skipanin er ikki so gjøgnumførd, eitt nú mást tú fara úr einum máli fyri at koma inn í eitt annað, og í SAGA er lættari at skifta ímillum. SAGA-skipanin hevur eitt føroyskt markamót, donsku skipanirnar eru danskar. Harafturat kemur, at allar hugsandi blankettir er á føroyskum í SAGA ? eitt nú innlegingarseðlar, læknaváttanir, reseptir, rokningar og annað, greiður Petur Højgaard frá. Blankettirnar mugu skrivast í hond í donsku skipanini, tí ongar eru.
Petur Højgaard vísir eisini á eyka veitingar í SAGA-skipanini. Forsíðan gevur møguleika fyri skjótum yvirliti yvir sjúklingar. Arbeiðslistin vísir øll óavgreidd mál. Landsfólkayvirlitið er lagt inn í skipanina, so skjótt er at finna sjúklingar. Og so er tað medisinlistin, sum verður dagførdur 14. hvønn dag í SAGA. Hin er ikki dagførdur í áravís.
Skipan má samskifta
Serliga umráðandi fyri Petur Højgaard og Anniku Olsen, sum hava roynt SAGA-skipanina, hevur verið, at hon er góð at samskifta við. Til ber at senda og móttaka upplýsingar elektroniskt frá øðrum læknum, frá sjúkrahúsum, laboratorium, røntgendeild, apoteki, Almannastovu, sjúkrakassa, heilsu- og heimasjúkrasystrum.
? Hetta er ein sjálvsøgd fortreyt fyri eini vælvirkandi edv-læknaskipan. Tað er mín pástandur, at tær skipanir, sum eru í Føroyum í dag, koma ongantíð at samskifta, tí danska skipanin fyri samskifti kemur ikki til Føroya. SAGA-skipanin samskiftir, við tað at hon er knýtt at netinum hjá heilsuverkinum. Tað merkir, sum vit hava sæð í Berjabrekku, at vit hava samband millum viðtalurnar, og til ber at senda reseptir, ávísa og móttaka svar frá røntgendeildini og annað, sigur Petur Højgaard.
Heildarloysn neyðug
Neyðugt er at byggja eina telduskipan upp frá nýggjum í heilsuverkinum, heldur Petur Højgaard, og tí eftirlýsir hann einari heildarloysn.
? Okkara hugsan er, at eingin edv-útgerð av týdningi finst innan føroyska heilsuverkið í dag, og tí mugu vit byrja á berum. Hetta gevur hinvegin møguleikan fyri at skapa eina heildarskipan, sum umfatar sjúkrahúsini, kommunulæknarnar, heimarøktina, heilsurøktina, apoteksverkið, Almannastovuna og sjúkrakassarnar. Arbeitt eigur at vera við heildini. Ikki petta málið sundur, so sum aðrir hava gjørt, og uppskriftin er ein servari fyri alt Heilsuverkið. Ein journal fyri hvønn sjúkling, sigur Petur Højgaard.
Petur Højgaard sær fleiri fyrimunir við slíkari skipan. Journalin er altíð dagførd við tað, at øll skráseting gongur ígjøgnum hana. Læknin kann leggja boð í journalini um diagnosur, viðgerð, ovurviðkvæmi og slíkt, sum kann hava týdning hjá øðrum læknum at vita. Og tí kemur skipanin sjúklinginum til góðar, tá alt kemur til alt.