Ein kafé fyri brúkaran

Tey sinnisveiku fáa nú eitt gott stað at savnast í, tá Løkjukafé?in á Argjum letur upp mánadagin.

Argir: Tað eru ikki nógvar kafé?ir á Argjum. Men mánadagin letur í øllum førum upp ein nýggj kafé við navninum "Løkju-kaféin".
Endamálið við hesi kafé?ini er at geva teimum sinnisveiku ein møguleika at savnast til eitt hugnaligt og gevandi prát afturvið einum góðum drekkamunni.
Tað er í fyrstu syftu Stuðulsskipanin fyri vaksin sum tekur sær av kafé?ini.
Men Fía Jespersen, ið er pedagogiskur ráðgevi hjá skipanini sigur, at tey hava ætlanir um at lata brúkaran sjálvan taka yvir so líðandi.
-Vit fara í øllum førum at byrja soleiðis. Og so fáa vit at síggja, hvør orkan verður hjá teimum sjálvum at føra arbeiðið víðari, sigur hon í stuttari viðmerking við Sosialin.
Løkjukafé?in heldur til í húsunum hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin í Lækjartúni. Hon liggur ájavnt við veghæddina, soleiðis at tað eisini er væl atkomuligt hjá rørslutarnaðum brúkarum.
Kafé?in letur sum nevnt upp mánadagin, og verður annars opin frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 12:30 til 15.