Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Vit verða eini 25-30 fólk til ræst kjøt heima hjá okkum nýggjársaftan. Verfamiljan hevur ta fínu siðvenju, at allar familjurnar koma við hvør sínari steikisúgv við stoktum røstum kjøti, og so eta vit øll saman, hugna okkum og fagna nýggja árinum.
Tað sigur Aslaug C. Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF. Hon vísir á, at á midnátt nýggjársaftan drekka tey sjampanju og eta heimagjørdar marsipan-snittur, sum svágurin, Heini R. Djurhuus, plagar at baka. Og so skjóta tey sjálvsagt eisini fýrverk við børnunum.
Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk?
- Ja, tað er ein fastur táttur at fara við børnunum at keypa fýrverk. Eg havi altíð elskað nýggjárið og hetta - at skjóta nýggja árið inn - ja, tað hoyrir bara til.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2016?
- Størsta hendingin í 2016 var summarferian við familjuni í Fraklandi, har vit eitt nú hildu ólavsøku í París, vitjaðu í Eiffeltorninum, Notre Dame, Versailles og onnur kend støð.
Og hvat var keðiligasta upplivingin í 2016?
- Tað var á feriutúrinum í Fraklandi, har vit bókstaviliga rendu okkum í jarðarferðina hjá prestinum, sum misti høvdið í yvirgangsálopinum í lítlu kirkjuni í Normandínum. Vit skuldu eftir ætlan fara til Normandíið dagin eftir álopið á kirkjuna, men útsettu vitjanina í eina viku. Vikuna eftir fóru vit so til størsta býin í Normandínum, Rouen, har Jeanne d’Arc endaði sínar dagar.
Aslaug C. Gisladóttir sigur, at sum tey nærkaðust vakra katedralinum í býnum, sóu tey sera nógv fólk uttan fyri kirkjuna, og stórskíggjar vóru settir upp. Hermenn vóru á varðhaldi allan vegin runt um kirkjuna.
- Hetta var jarðarferðin hjá prestinum, sum læt lív, og satt at siga kendi eg meg ikki sørt ótrygga í stóru mannamúgvuni við kirkjuna. At kenna ótryggleika fyri møguligum yvirgangsálopi er mín keðiligasta uppliving í 2016. Hetta serliga tí, at tað júst er endamálið við hesum álopum - at gera fólk ótrygg, og eg ætlaði ikki, at ótryggleiki skuldi vinna á mær.
Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2017?
- Nei, ikki rættiliga. At turka støvið av renniskógvunum hevði tó verið eitt gott átak, sigur Aslaug C. Gisladóttir, umhvørvisleiðari hjá IRF.