Ein kettling í jólagávu? Nei takk

Nú tað er jólagávutíð, so er tað tíð til at minna fólk á, at tað er eitt ómetaliga ringt hugskot at geva livandi dýr í jólagávu. Hvørki ein ella tveir kettlingar (ella fimm, sum fólk, ið hava kettufarm bjóða framm í lýsingunum) ella ein hundahvølp.

Jonna Justinussen



Avgerðin um at fáa sær eina kettu ella hund, skal ikki takast av øðrum. Tað er nakað tú gert, tá tú hevur hugsað teg gjølla um, tí tað fylgir nógv arbeiði við. Hetta er eitt arbeiði, sum summi gera við gleði, og onnur ikki kunnu fordraga. Hesi seinastu eiga sjálvandi ikki at hava kelidýr.

Tað er eisini tíð hjá mær at fortelja søguna um ein lítlan fittan kettling, sum ikki er til meira. Hann kom tíverri ikki til tey røttu fólkini.

Familjan fekk hann í desember mánaða. Kanska var hann jólagáva, eg veit tað ikki. Men hann, kettlingurin, vísti seg at vera ein ketta, og hendan lítla kettan (lítil, tí hon var ikki heilt vaksin) fekk kettlingar í august mánaða, tvs. 8 mðr. gomul. Kettlingarnir blivu avlívaðir, men fólk gloymdu at geva mammuni, tí lítlu kettuni, p-pillarar, so hon gjørdist upp á vegin beinanvegin. Har gekk ein vilstur, heimleysur frensur í grannalagnum. Tað var ivaleyst hann, sum voldtók tað lítlu kettuna. Hann hevði ikki havt áhuga fyri henni, um hon hevði fingið p-pillarar, og so var onki hent.

Familjan tímdi ikki at hava stríðið, ongin var heima um dagarnar, og kettan gekk úti allan dagin. Ongin hurð var á gloppi og ongin lúka, so hon kundi fara inn, og tí royndi hon at sleppa sær upp í onkran heitan barnavogn.

Ja, og hvat halda tit so, var endin á hesum »lítla fitta kettlingi«?