- Mentanarhúsið stendur nú sum ein savningardepil. Hetta hava vit longu sæð, síðan latið varð upp fyri fyrstu tiltøkunum, sigur borgarstjórin, Karl Johansen. Mynd: Álvur Haraldsen

Ein kollvelting fyri Klaksvík

- Nú vit hava fingið Varpið, og býurin eisini fær nútímans hotell, verður hetta ein kolosal broyting í býnum – ja, hetta verður ein rættilig kollvelting, sigur borgarstjórin, Karl Johansen.

 

- Mentanarhúsið stendur nú sum ein savningardepil. Hetta hava vit longu sæð, síðan latið varð upp fyri fyrstu tiltøkunum, sigur borgarstjórin, Karl Johansen. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað er ikki bara vinnuliga og ítróttaliga, at Klaksvíkin leingi hevur verið í stórari menning. Seinnu árini eru skip keypt til fiskivinnuhøvuðsstaðin, sum hava verið við til at tryggja stóra fiskavirkinum á Kósini rávøru. 

 

Nýbygningar eru eisini komnir til bygdar, og einki bendir á, at flaggskipið Gadus verður hin seinasti. Størstu vinnuligu aktørarnir í økinum eru JFK Trol og teir, sum standa aftan fyri Christian í Grótinum. 

Í Klaksvík eru eisini fleiri aðrar dugnaligar vinnufyritøkur, sum eru aktivar á fleiri økjum, og her er ríkt handilslív, eins og tænastuvinnan rættiliga er á veg fram við nýggjum mentanarhúsi og nýggjum hotelli. 

 

Síðan seinasta kommunuval hevur Karl Johansen verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og hann fegnast um tann framburð, sum hevur verið hesi árini og sum eisini verður tey næstu árini.   

Hann vísir á, at mentanarhúsið Varpið, sum longu hevur hýst ymiskum tiltøkum, verður skjótt endaliga liðugt, og hetta saman við nýggja hotellinum, sum nú verður bygt, kemur at lyfta Klaksvík upp á ein heilt annað og hægri støði. 

- Mentanarhúsið stendur nú sum ein rættiligur savningardepil í Klaksvík, og hetta hava vit sæð longu nú, tó at stutt er frá liðið, síðan latið varð upp fyri teimum fyrstu tiltøkunum í húsinum.   

 

Karl Johansen sigur, at enn vanta nakrir snøklar, sum skulu gerast aftrat í mentanarhúsinum, og borgarstjórin heldur, at tað kanska kann vera eitt sindur trupult hjá arbeiðsmonnunum at fáa tey seinastu tingini upp á pláss, tá húsið longu er í brúki.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað líka sum er við í konseptinum, at allir býráðsfundir nú verða hildnir í Varpinum. Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu er vorðin størri, og tí er eisini brúk fyri gamla býráðssalinum til onnur endamál.

 

Venda vit aftur til hotellið, sum nú verður bygt í Klaksvík, er arbeiðið longu í gongd, og sambært ætlanini skal hotellið standa liðugt á heysti næsta ár – ella um hálvt annað ár.

Tað er felagið hjá Christiani í Grótinum, sum letur hotellið, ið fer at hava 80 kømur, byggja, og tað er Kanjon, sum stendur fyri arbeiðnum.

 

Ætlandi fer Gist & Vist at standa fyri rakstrinum.

 

- Vit sum kommuna hava einki við bygging ella rakstur av hotellinum at gera. Okkara partur er undirlendið, sum arbeiðstakarin ger byggibúgvið fyri okkum, og hetta arbeiðið er mett til 19 milliónir krónur, sum eisini er samtykt í býráðnum.

 

##med2##

Karl Johansen sigur, at hetta er ein fastur prísur, so her kemur einki aftrat í kommununar part. Lendið, sum hotellið verður bygt á og sum hotellið kemur at brúka, verður leigað frá kommununi.

- Nú vit hava fingið Varpið, har okkara partur er tilsamans 30 milliónir krónur, og Klaksvíkin eisini fær eitt nútímans hotell, verður hetta ein kolosal broyting í býnum – ja, hetta verður ein rættilig kollvelting í okkara kommunu.

Borgarstjórin sigur, at við mentanarhúsinum og hotellinum kemur Klaksvíkin at hava alt, sum ein býur hevur og krevur.   

 

- Stadionøkið er útbygt og hýsir altjóða dystum. Vit hava fingið eitt nútímans kappróðrarneyst, og nú fáa vit ein nýggjan húsarhaldsskúla. Trupulleikin hjá okkum hevur verið gisting, men við nýggja hotellinum verður eisini tann spurningurin loystur, sigur Karl Johansen.

 

- Mentanarhúsið stendur nú sum ein savningardepil. Hetta hava vit longu sæð, síðan latið varð upp fyri fyrstu tiltøkunum, sigur borgarstjórin, Karl Johansen. Mynd: Álvur Haraldsen

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Mynd: Álvur Haraldsen.