Eiðis kommuna
Eiðis kommuna, sum fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir, telir í dag umleið 730 fólk. Nú Sunda kommuna røkkur heilt norður til Gjáar, liggur Eiðis kommuna sum sjálvstøðug kommuna millum Gjógv og Norðskála. Í Eiðis kommunu hava tey ongar ítøkiligar ætlanir um samanlegging við aðra kommunu, men eru við og ynskja at vera við í samstarvi, sum tænir báðum pørtum.
Hóast Eiðis kommuna hevur gjørt stórar íløgur seinastu árini í eitt nú skúla, ítróttarhøll og eldrasambýli, og nýggjur barnagarður er settur út í kortið, so er skattaprosentið í kommununi lutfalsliga lágt, 17,65%. Barnafrádrátturin er samstundis lutfalsliga høgur, nevniliga kr. 4.000. Skuldin hjá kommununi svarar til umleið hálva álíkning, tá ið bæði skúlin, ítróttarhøllin og eldrasambýlið eru goldin.
Nógvar tænastur
Tordur J. Niclasen er borgarstjóri á Eiði. Hann heldur, at Eiðis kommuna hevur nógv at bjóða sínum borgarum, bæði teimum verandi og fólki, sum kanska kundu hugsað sær at sett búgv í kommununi.
Hann dylur ikki, at Eiðis kommuna bjóðar seg fram og ynskir at gera nakað fyri, at fólka vilja seta búgv í kommununi.
- Vit hava eitt ríkt mentanarlív ? við kirkju, samkomuhúsi og virknum bygdasavni. Vit hava eisini eitt virkið ítróttarfelag, sum í dag hevur góðar umstøður við fótbóltsvølli og nýggjari ítróttarhøll, ið kann brúkast til mong ymisk endamál. Á skúlaøkinum eru vit væl fyri við 700 nýggjum fermetrum.
Tordur sigur, at kommunan hevur eina barnaansingarskipan við umleið 60 børnum, og somuleiðis hevur kommunan tilboð til børn í skúlaaldri. Aftrat hesum er eisini ein stuðulsstova til børn við serligum tørvi, sum kommunan rekur.
- Vit hava sett okkum fyri, at vit skulu ongan bíðilista hava á barnaansingarøkinum, sigur hann.
Áðrenn langt um líður verða umstøðurnar hjá børnunum í Eiðis kommunu uppaftur betur, tí kommunan hevur sett út í kortið ein barnagarð, sum skal byggjast niðanfyri Korndalshamar. Lendisarbeiði er útboðið, og tilboðini eru komin inn.
- Vit hava sett pening av til barnagarð í hesum fíggjarári, sigur Tordur.
Borgarstjórin heldur tað vera skilagott, at tey eldru og børnini koma at húsast so tætt uppat hvørjum øðrum.
- Aftrat Korndalsbýlinum, sum í dag hýsir 15 fólkum, er eisini ein heimarøktarskipan í kommununi.
Á Eiði er lækni og læknahús.
Vinnuliga økið
Á vinnuliga økinum er Eiðis kommuna eisini væl fyri í mun til aðrar kommunur.
- Vit hava fiskavirkið, har eini 40-50 fólk arbeiða, og vit hava nýskapandi virkið, sum húsast í hølunum, har Hydro-Tech á áður var. Vit hava eisini virkið, sum tekur sær av deyðum alifiski og slógvi, og vit hava landingarmiðstøðina, Bátafisk. Aftrat hesum hava vit brævbjálvavirkið og glarsmiðju, sum virkar lutir úr glasi.
Hann sigur, at í kommununi eru eitt nú fiskimenn, handverkarar, byggimeistarar og entreprenørar.
Av øðrum tænastum í kommununi til borgararnar er eisini matvøruhandil, hotell og kiosk, sum eisini selir grillvørur.
Tordur vísir á, at Eiði hevur gott havnalag, sum liggur sera væl fyri til útróður norðanfyri ? ikki minst nú í vártíðini, tá ið ørgrynna av bátum rógva út av Eiði.
- Eiðis kommuna er ikki ein sovandi kommuna og vit, sum stjórna kommununi í dag, halda okkum ikki aftur í at siga, at her grør um gangandi fót. Vit hava nógv at bjóða fólki, sum vilja búseta seg her, sigur borgarstjórin.
Hann vísir á, at farleiðin til miðstøðarøkið tekur bert 40 minuttir, og vegasambandið er gott, nú veguri suðureftir er breiðkaður og betraður.
- Vit hava eina vakra og ríka náttúru, og her er gott hjá børnunum at veksa upp ? og her er eisini gott at gerast gamalur, sigur Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, at enda.