Ein kvinna

Bara ein kvinna var við í kappingini hesaferð, og tað var bara 16 ára gamla Elsa Berg úr Hoyvík, sum royndist væl. Hon fekk tó onga tíð samanlagt, tí hon ikki var við í Suðuroynni. Kvinnurnar hava sjáldan verið nógvar við í kappingini, men flestu árini hevur verið onkur.
Misjavnt hevur eisini verið, hvussu undirtøkan hjá teimum ungu hevur verið, men hesa ferð vóru tríggir unglingar við, og av teimum var tann elsti, 17 ára gamli Tummas Óli Olsen, sera sannførandi og vann allar teinarnar, so helst er hann ein súkklari meira sæst til í komandi árum.