Meiken Krabenhøft er komin í Løgtingið fyri Páll á Reynatúgvu. Fyrradagin tók Meiken Krabenhøft sæti í Løgtinginum fyri tjóðveldistingmannin Páll á Reynatúgvu, sum hevur fingið farloyvi frá tingarbeiðinum.
Á løgtingsvalinum í 2004 fekk Meiken Krabenhøft næstflestar atkvøður á tjóðveldislistanum í Sandoyar valdømi og er tí varalimur.
Hetta er aðru ferð, at Meiken Krabenhøft er í Tinginum.