Ein lýsing av útflutningsmynstrinum

Sendistova Føroya í London hevur sum partur av sínum virksemi skrivað eina frágreiðing um útflutningin av óvirkaðum fiski úr Føroyum til Stóra Bretlands. Frágreiðingin, sum eisini roynir at svara nøkrum spurningum, verður løgd fram á almennum fundi á Hotel Hafnia hósdagin

Frágreiðing

Nógv orðaskifti hevur seinastu árini verið um lutfalsliga stóra vøksturin í útflutningi av óvirkaðum toski og hýsu úr Føroyum til Stóra Bretlands.
John Rajani, sum er føroyskur sendimaður í London, sigur, at ymiskar áskoðanir eru um, hvør orsøkin er til hesa gongd, og hvørt hetta fyribrigdi er ein trupulleiki ella ikki.
- Sjónarmiðini eru ofta litaði av teimum áhugamálum, sum viðmerkjarin umboðar, og greitt er, at fiskimaðurin, virkiseigarin, verkafólk og politikarar ikki altíð hava somu áhugamál.
John sigur, at sum partur av virkseminum hevur Sendistova Føroya í London fylgt gongdini í fiskivinnuni í Stóra Bretlandi seinastu árini, og í hesum sambandi er nú ein frágreiðing skrivað
- Frágreiðingin lýsir føroyska útflutningsmynstrið, bæði hagtalsliga og við atliti til marknaðin. Ein viðgerð er av føroysku kappingarstøðuni, og mett verður um framtíðarútlit.
Hann heldur, at sum støðan er í løtuni, eru útlitini ikki serliga bjørt, og tí verður í frágreiðingini spurt, hvørji ráð eru til at taka?
- Frágreiðingin roynir at svara hesum spurningi og setir fram eina hugsjón, hvussu føroysk fiskivinna kann gerast betri kappingarfør. Ymisk viðurskifti verða lýst, sum eru ein fyritreyt fyri, at henda hugsjón kann gerast veruleiki, sigur John Rajani, sendimaður.
Frágreiðingin verður løgd fram á almennum fundi á Hotel Hafnia, hósdagin 10. februar klokkan 15.30.
Eftir framløguna verður høvið hjá fundarluttakarunum at seta spurningar.