Urd Johannesen var samskipari av tiltakinum. Hetta er ein ætlan Norðurlandahúsið hevur arbeitt við leingi, og tí er Urd Johannesen sera væl nøgd við framførslurnar.
- Eg eri øgiliga væl nøgd. Tað gekk ordiliga væl á allan hátt. Ikki minst, tá mann sær, hvussu væl fólk taka ímóti tí, sigur Urd Johannesen. Hon leggur afturat, at serliga ljóðmyndin hevur fingið sera nógv rós, og tí kundi hon væl hugsað sær, at okkurt líknandi verður gjørt í framtíðini.
Hon leggur somuleiðis stóran dent á, at nýggja ljóðskipanin í Norðurlandahúsinum gjørdi sítt til, at upplivingin bleiv so serstøk.
Tó slapp hon ongantíð sjálv at síggja alla framførsluna.
- Tað er altíð so nógv at gera aftanfyri pallin, alt skal passa saman, so fólk kunnu fáa eina góða uppliving. Tað er eisini altíð okkurt mann kundi hugsað sær eitt sindur øðrvísi, men eg haldi alt gekk sera væl, tá mann hugsar um tað, sigur samskiparin. Hon er somuleiðis sera fegin um hetta sterka konseptið, umframt, at hon fegnast, at Dúndurfréttir vilja koma aftur til Føroyar at spæla.