Ein lívsdreymur gingin út

Ein av teimum, sum kanska meira enn nakar annar nú í fleiri ár hevur arbeitt fyri, at útgerðarhavnin endaði í Runavík, er Kári P Højgaard, býráðslimur og formaður í havnanevndini í Rúnavíkar Kommunu, eisini betri kendur sum Kári Post.

 

Útgerðarhavn




Kári P Højgaard sigur seg vera ómetaliga fegnan um, at Runavík bleiv vald til útgerðarhavn. ?Hetta er einki minni enn ein lívsdreymur, sum er gingin út og skal eg gera mítt til, at kommunan fer at liva upp til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman sigur Kári P Højgaard, sum man hava verið tann mest trúgvi luttakarin á oljuráðstevnum burturi sum heima øll hesi seinastu árini. Á hesum ráðstevnum hevur hann roynt at marknaðarføra Skálafjørðin. Hann sigur, at tað hevur givið sær góða barrlast og vitan at hava fylgt so neyvt við í útviklinginum á oljuøkinum, og metir hann tað eisini vera eina skilagóða avgerð, nú Runavík er kosin til útgerðarhavn.


Hann heldur henda avgerð fer at fáa nógvar positivar ringavleiðingar fyri alt økið og fyri oynna. Men hann sær eisini fyri sær, at hetta kemur at geva øllum landinum ein vinning. Sjálvur metir hann eisini, at hetta at ein skipasmiðja, fiskavirki og nú supplyvirksemi fara at virka í sama øki kann hava sera postivan týdning, ja soleiðis at hvør av hesum vinnum fer at at gera, at alt økið fer at blóma. Hetta eru eisini tær royndir man hevur gjørt onkunstaðni í Noregi, har nettupp fleiri vinnur hava virkað saman í einum øki.


Kári Højgaard sigur, at tað nú áliggur stórt arbeiði og skylda hjá teimum, sum skulu vera veitararar og virka í útgerðarhavnini fyri at ganga oljufeløgunum á møti.


?Megna vit hesa uppgávu væl, so ivist eg ikki í, at Runavík eisini í eini framleiðslutíðini fer at vera útgerðarhavnin, men tá kann virksemi blíva so stórt, at tørvur eisini verður á virksemi aðrastaðni í landinum og hví ikki eisini í Suðuroy spyr hesin forsprákarin fyri Rúnavíkini, sum eins og suðuroyingar hevur gjørt sítt til at sannføra oljufeløgini um, at ein oljuútgerðarhavn nýtist ikki at liggja í høvuðsstaðnum.