Ein lærari og fleiri næmingar deyðir í russiskum skúlaskottilburði

Í minsta lagi sjey fólk eru deyð eftir ein russiskan skúlaskottilburð. Ein 19 ára gamal mistonktur er handtikin.

Ein skúli í russiska býnum Kasan var í dag álopin av vápnaðum illgerðarmanni. Í minsta lagi sjey fólk doyðu. - Foto: Yegor Aleyev/Ritzau Scanpix

Ein skottilburður í einum skúla í Russlandi hevur í dag kosta fleiri børnum lívið.

Skottilburðurin fór fram í býunum Kasan og varð eftir øllum at døma framdur av einum illgerðarmanni, sum var einsamallur um illgerðina. Fyrstu boðini frá staðnum søgdu annars, at tveir illgerðarmenn vóru um gerðina.

Umframt tey deyðu eru fleiri onnur særd og førd á sjúkrahús.

Tað er ymiskar frásagnir um, hvussu nógv fólk eru deyð.

Sambært anti-yvirgangsnevndini hjá Russlandi er talan um minst sjey børn, sum eru deyð, og onnur 16, sum eru særd. Borgarstjórin í Kasan sigur, at átta fólk eru deyð, meðan fleiri miðlar skriva um í minsta lagi 11 deyð.

Tveir næmingar lupu út av fjórðu hædd fyri at flýggja undan álopinum. Tað vísa sjónbandaupptøkur, sum eygnavitni hevur tikið og almannakunngjørt á RIA.

Sambært russiska blaðnum Moscow Times doyðu næmingarnr í fallinum. Tað er tó ikki vátta frá almennari síðu.

Tað hoyrdust spreingingar úr skúlanum undir álopinum, skrivar RIA.

Leiðarin í Tatarstanlandspartinum, har Kasan er, hevur vitjað staðið og verið inni á skúlnum, eftir at álopið var yvirstaðið.

– Vit eru rørd inn at sálini, av tí, sum er farið fram, sigur Rustam Minnikhanov.

Hann lýsir handtikna illgerðarmannin sum ein »yvirgangsmann«. Hann leggur afturat, at tann 19 ára gamli mistonkti hevði eitt vápnaloyvi.

Motið handan álopið er enn ógreitt.

Russiski forsetin, Vlademir Putin, hevur eftir álopið í dag givið boð um at gjøgnumganga landsins vápnaeftirlit. Tað stendur í boðum frá russisku forsetaskrivstovuni sambært tíndastovuni AFP.

Kasan fimsti størsti býur í Russlandi við eitt sindur meira enn einari millión íbúgvum. Hann ligur umleið 800 kilometrar eystan fyri Moskva.

Skúlaskottilburðir eru lutvíst sjáldsamir í Russlandi.

Ein av seinastu skottilburðunum var í 2018 á Krim-hálvoynni. Har drap ein lesandi 19 fólk, áðrenn hann skjeyt seg sjálvan.

/ritzau/Reuters

 

Ein skúli í russiska býnum Kasan var í dag álopin av vápnaðum illgerðarmanni. Í minsta lagi sjey fólk doyðu. - Foto: Yegor Aleyev/Ritzau Scanpix