Ein lagnustund fyri føroyskan ítrótt

Løgtingið er í ferð við at beina fyri eini stórari ítróttargrein í Føroyum

 

Verður hetta samtykt, verður tað ein lagnustund fyri skjótiítróttina í Føroyum.

Tað staðfesta bæði Ítróttarsamband Føroya og Skjótisamband Føroya.

 

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, um at broyta vápnalógina.

Men Ítróttarsambandið og Skjótisambandi siga nú í eini inniligari áheitan á Løgtingið, at verður uppskotið samtykt, verður tað endanbresturin á skjótiótróttini í Føroyum.

 

Eftir uppskotinum skulu øll vera 18 ár fyri at handfara vápn og tað, sum fellur ítróttarfólki fyri bróstið, er, at einki undantak er fyri ítróttarfólk og tey, sum hava skjóting sum ítrótt.

 

- Tað er alneyðugt at broyta lógina so, at aldursmarkið fyri at skjóta á góðkendari skjótibreyt, undir leiðslu av góðkendum skjótilærara, verður avtikið, ella í minsta lagi lækka niður í 12 ár, soleiðis sum tað er í okkara grannalondum.

 

- Hetta er sjálvandi neyðugt, skulu vit gera okkum nakrar vónir at fáa góð ítróttafólk í skjóting í Føroyum, tí øll mugu byrja tíðliga, skulu tey koma at duga væl.

 

- Vit skilja ikki, hví uppskotið til Vápnalóg ikki leggur upp fyri skjótiítróttini, sum vælskipað limafeløg hjá Skjótisambandinum, taka sær av. Og vit skilja so slettis ikki, hví aldursmarkið, nú skal hækkað, frá 16 árum, sum tað er í verandi lóg, upp í 18 ár, sum tað er í nýggja uppskotinum.

 

- Broytingin er uttan iva er ætlað, sum eitt framstig fyri skjóting í Føroyum, men sum tað nú sær út, er hon eitt stórt afturstig.

 

- Vit halda eisini at yvirskipaða málið eigur at vera, at føroyingar eru á jøvnum føti við tey í grannalondum okkara. Her hugsa vit um, at tað ikki er rætt, at okkara vápnalóg skal útihýsa føroyingum frá at íðka aðra skjótiítrótt, siga Ítróttarsambandið og Skjótisambandið.

 

Tey siga, at hvat einstaklingaítrótt viðvíkur, eru tað fáar ítróttargreinar, sum veksa so skjótt sum slkjótingin, og skjótingin er eisini ein stór íotróttargrein á oyggjaleikum.

- Tí er tað løgið, at vit í Føroyum ikki hava møguleika fyri at vera við í hesi ítróttargrein.

- Skulu vit kunna menna evnaríkar skjúttar, eigur aldursmarkið ikki verður galdandi fyri skjótiítrótt á góðkendum breytum, sum virka undir strangum eftirliti.

 

- Tað kann ikki nóg stórur dentur leggjast á hetta, tí tað verður ein stórur meinbogi fyri framtíðar skjóting í Føroyum, samtykkir Løgtingið at banna ungum undir 18 ár, at íðka ítróttaskjóting.

Tískil skjóta Ítróttarsambandið og Skjótisambandið uppp, at skjótifeløg ikki verða bundin at nøkrum aldursmarki.

 

- Ung eiga at kunna fáa venjing í skjóting undir umsjón av útbúnum fólki, sum hava ábyrgd fyri teimum ungu, siga tey, sum varða av skjótiítróttini í Føroyum

- Hesir ábyrgdarpersónar skulu so meta um, antin tey ungu eru kropsliga og sálarliga, eru til reiðar at handfara skjótivápn.

 

- Okkara uppskot er tí at varðveita aldursmarkið fyri veiði, men at strika tað fyri skjóting á góðkendari skjótibreyt - ella í øllum førum, at lækka tað munandi.

 

Ítróttarsambandið og Skjótisambandið vilja eisini hava eitt vápnapass, akkurát sum tey hava í okkara grannalondum.

- Hetta hevði havt við sær, at tað verður lættari hjá føroyskum skjútti at fara uttanlands til kappingar og venjingar, og sosytatt fáa tey munandi betri umstøður at menna seg.

 

 

- Eisini vildi hetta gjørt tað munandi lættari hjá mynduleikum og íðkarum, tí undir verandi lóg, er tað øgiliga tvørligt at fáa loyvi til at flyta vápnini úr Føroyum og til Føroyar aftur og tað skal søkjast av nýggjum, hvørja ferð farið verður til eina venjing ella kapping uttanlands, siga Ítróttarsambandið og Skjótisambandið.