Ein lagnustund hjá Suðuroynni

? Samtykkir tingið ikki, at leggja oljuhavnina í Suðuroynni, verður tað neyðugt við milliónum í økisstuðuli seinni, akkurát sum í Sandoynni, sigur Rógvi Thomsen

? Hetta er ein heilt avgerandi løta fyri framtíðina hjá Suðuroynni.

Rógvi Thomsen, næstformaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð, Soc, er ein av teimum mongu, sum alspent bíða eftir, at tingið nú aftur fer at viðgera oljumálið.

Hóast nógv mál eru til viðgerðar í tinginum, verður tað uttan iva uppskotið hjá javnaðarflokkinum um at oljuhavn skal vera í Suðuroy, sum fer at stjala allan áhugan.

Javnaðarflokkurin hevur skotið upp, at oljuhavnin skal vera í Suðuroynni og næstformaðurin í Soc heldur, at tað er heilt avgerandi at tingið tekur undir við ætlanini.

? Hetta er ein lagnustund hjá Suðuroynni, sigur hann bart út.

Rógvi Thomsen sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at bøta um livilíkindini í útjaðaranum.

Men fólkafundurin í Fugloy í summar er eitt dømi um, hvussu seint alt gongur, tí tað varð samtykt at seta eina útoyggja nevnd.

Men hon er ikki sett fyrrenn akkurát nú.

So verður hetta gongdin, er tað ilt at meta um, nær vit fáa nakað úrslit haðani, sigur næstformaðurin í Soc.

Hinvegin heldur hann, at tinglimir kunnu geva suðuroyingum eitt veruligt skump beinanvegin við at samtykkja, at oljuhavnin skal vera í Suðuroynni, hóast ein tíð gongur, áðrenn virksemið verður.

? Verður oljuhavnin løgd í Suðuroynni, fer tað at loysa ein stóran, samfelagsligan trupulleika.

? Tí í Suðoynni er alt ov lítið arbeiðið. Og verður oljuhavnin løgd í Suðuroy verður lagt upp fyri enn størri fráflyting, tí tá verður meiri arbeiði.

Ikki minst hugsar Rógvi Thomsen um tey ungu fólkini við útbúgving, tí í oljuvinnuni verður brúk fyri fólki við nógvum ymsum útbúgvingum, so hetta er eitt høvi at geva teimum møguleikan at blíva verandi í Suðuroynni ístaðin fyri at flyta.

Hinvegin er so hart trýst á arbeiðsmarknaðinum í miðstaðarøkinum, at hann tolir ikki eina stóra vinnu afturat, uttan at tað fer at føra til ógvusligar príshækkingar.


Vilja sleppa frá

Næstformaðurin í Soc leggur afturat, at oljufeløgini hava greitt boðað frá, at sjálvi vilja tey helst sleppa undan at gera av, hvar oljustøðir skulu vera í teimum londum, tey arbeiða í.

? Sostatt hevur løgtingið nú eitt frálíkt høvi til at fáa tvey fyri eitt: Tí við at samtykkja, at oljuhavnin skal vera í Suðroy, gongur tingið bæði oljufeløgunum á møti og bjargar samstundis einum stórum útjaðara undan hóttafalli.

Hann er vísur í, at verður oljuhavnin fyrst løgd á Sundi, ella í Runavík, verður hon aldrin flutt aftur.

Somuleiðis eru hann vísur í, at fáa suðuroyingar ikki oljuhavnina, verður tað neyðugt at spræna milliónir í Suðuroynna í menningarhjálp, akkurát sum tað var neyðugt í Sandoynni fyri nøkrum árum síðani.

? Men verður oljuhavnin løgd í Suðuroynni, er tað hinvegin óekeypis menningarhjálp.

Hann vísir eisini á, at í Suðroynni er tann fyrimunir, at har eru tveir firðir, sum at kalla er til reiðar at taka ímóti oljuvinnuni. Og á Tvøroyri eru enntá tvær havnir.

Hann kann fyri so vítt taka undir við, at løgtingið tekur undir við eini neyðsemju um, at oljuhavnin skal vera í útjaðaranum, uttan at nevna øki.

? Men so veldst um, hvat løgtingið meinar við útjaðara. Verður Sund og Runavík tald uppí útjaðaraøkini, kann tað gera akkurát tað sama. Men verður talan um tann veruliga útjaðaran, stendur Suðuroyggin sterk, sigur Rógvi Thomsen.