Ein lambi, ein múli, ein skáli: trý kallkynsorð

Takk fyri staðfestingina, Steinbjørn!

Helt meg vita, at eg var á rættari leið , málsliga altso, men hugaligt at fáa staðkønan, sum eitur í Lambanum, at vátta tað. Takk fyri eina forvitnisliga frágreiðing! Ein onnur serkøn hevur annars eisini váttað tað.

Tú sigur, at eg havi tað fyri at blanda eftirnavnið í Lambanum uppí, tá eg greini kallkynsorðið ein lambi. Eg meini tað! Tað er júst tað, málið snýr seg um: kallkynsorðið ein lambi, ættarnavnið í Lambanum og bygdarnavnið (ein) Lambi, alt sama kallkynsorð!

FEGNAST UM BROYTING: Løgið, at tú eftir kallkynsniðurstøðuna frøist um málsliga ólagið, nú onkur ætlar at broyta orðið ein lambi til eitt lamba (ella hvat kyn Lamba nú er!?). Ein skáli skal broytast til ein skála, kvennkyn kanska!? Neyvan er talan um sagnorð, at skála!? Múli sleppur tó framvegis at eita ein múli! Skilji hvør, ið skilja kann!

ALTÍÐ SAGT TAÐ?: Soleiðis hava vit altíð sagt, vilt tú vera við. Ja, kanska nógv av okkum, sum nú eru uppi á døgum, men neyvan tey, sum livdu undan okkara tíð. Munnu fólk flest ikki ofta siga bygdarnavnið við fyriseting, í/úr Lamba? Tað verður sjáldan brúkt í hvørfalli, ein Lambi.

Hugsi samstundis um føroysku tølini. Fá brúka tey á okkara døgum. Kortini brúktu allir føroyingar tey í nógvar øldir undan okkara tíð, t.v.s. fyri ár 1900.

E.S.: Koyr á, ÆB!

Við málkvøðu