Ein Ólavsøka í bili

Nýggi stjórin í Auto dámar væl at koyra hýruvogn á ólavsøku.

Fyri hýruvognsførarar er ólavsøkan ein gyltur møguleiki at koyra nógvar túrar, og nýliga setti stjórin á Auto fer sjálvur at nýta tað mesta av ólavsøkuni í bilinum.

 

- Eg koyri ólavsøkuna á tamb saman við einum avloysara, soleiðis, at bilurin gjarna er í gongd slakar 16-18 tímar um samdøgrið. Vit skulu sjálvandi hava okkara hvílitíð, men vit royna at koyra so nógv vit kunnu, sigur Oddbjørn Joensen, og leggur afturat, at tað eru fín líkindi at koyra á ólavsøku:

 

- Tað er fínasta slag. Av og á kann nógva ferðslan og nógvu fólkini vera ein forðing, men túrarnir sjálvir eru sum oftast skjótir, og man koyrir sjáldan leingi við tómum bilin. Gjøgnumgangandi hittir man eisini óvanliga fittum fólki, og serliga ungdómurin uppførir fyrimyndarliga væl, og ynskir okkum altíð góðan arbeiðshug, sigur hann.

 

At Oddbjørn Joensen skal koyra fólk í veitslurómi runt í Havnini, meðan hann sjálvur verður bundin av arbeiðinum, hevur hann ikki stórvegis trupulleikar av.

 

- Onkuntíð kann tað gerast eitt sindur freistandi bara at seta bilin og fara út í ólavsøkuna, men ger man sær greitt áðrenn ólavsøku, at tað skal arbeiðast, so er man avkláraður við støðuna. Tó eri somikið býttur í fótbólti, at eg royni at hava fríløtur, tá ið landskappingardystirnir eru á skránni, sigur stjórin á Auto.