Stjórin í P/f Trygd er ikki bilsin, at samanleggingin av gomlu tryggingarfeløgunum førdi við sær eykatilboð til tryggingartakarar.
Eg hevði í veruleikanum væntað, at Tryggingarfelagið fór at bjóða viðskiftafólkunum heildartrygging.
Fara eisini at bjóða
Vit eru ikki hugaðir í at missa okkara viðskiftafólk, og fara tí eisini at gera nakað serligt fyri at varðveita tey, sigur Christian Nielsen.
Hann vil ikki siga, hvat teirra tilboð til viðskiftafólkini fer at snúgva seg um, men bert, at arbeitt verður við málinum, og at teirra tilboð kemur í 1999.
Um tað er hugsandi at Trygd fer at bjóða biltryggingar, vil Christian Nielsen ikki siga. Bert at tað er ein møguleiki, sum eisini verður arbeitt við.
Hvat kann eitt lítið felag sum Trygd bjóða, tá tit bert kunnu bjóða ávísar tryggingar?
Tað er rætt, at vit fyribils bert hava familjutryggingar, húsatryggingar og ferðatryggingar at bjóða, men vit fara at útbyggja okkara tilboð til eisini at fevna um aðrar tryggingar.
P/f Trygd kann ikki bjóða viðskiftafólkunum t.d. biltryggingar ella virkistryggingar. Tað kemst av, at tá gamla felagið Trygd var endurreist, hevði tað bert loyvi til at bjóða tær tryggingar, sum gamla felagið hevði rættindi at tekna.
Um vit skulu víðka um okkara virksemi, skulu vit hava loyvi frá Tryggingareftirlitinum.
Vit eru árvaknir
Tað er greitt, at vit í hesum leikinum eru Dávid og Tryggingarfelagið Goliath, men vit eru árvaknir.
Hetta seinasta útspælið frá kappingarneyanum, nú samanleggingin fór fram, er ikki meir, enn vit høvdu væntað.
Vit vilja kortini verða við í framtíðini, og fara at spenna okkum út, so vit ikki missa viðskiftafólk.
Fyribils hava 1474 fólk tekna trygging hjá P/f Trygd, og stjórin er ikki bangin fyri at viðskiftafólkini fara at rýma
Vit fara at gera alt vit eru mentir, men her er ikki spurnigur um at tapa ella at vinna, men um at góð tilboð og góða tænastu, sigur Christian Nielsen.