Fótbóltur
Eingin ivi var um, hvør stóri maðurin í Klaksvík er í løtuni. Við einum hat-trick á útivølli móti GÍ hevur Christian Lundberg nú skotið 5 mál í tveimum teimum seinastu dystunum, og tað er søtur tónleikur hjá teimum, sum droyma um eitt 18. meistaraheitið til felagið, sum fyri tveimum árum síðani sá HB fara framum í stríðnum um flestu FM-heitini.
- Sjálvandi eri eg fegin um málini. Og eg ætli mær ikki at lúgva og siga, at tað er líkamikið, hvør skorar málini. Sum áleypari eru eg keyptur til at skora, og tað er tann vektin, sum eg verði vigaður á. Sjálvandi vil eg eisini vinna, og tað er nokk betri at vinna uttan at eg skori, heldur enn tað øvugta.
Dysturin í kvøld verður mettur sum eitt tað besta, sum tit hava spælt í ár. Serstakliga tí tit høvdu bóltin nógv á jørðini?
- Eg haldi nú, at vit eisini spældu væl fyrra hálvleik móti HB. Men tað er rætt, at vit hildu bóltinum hampuliga væl á jørðini. Og tað ger tað nógv lættari at spæla. So vónandi er tað nakað, sum vit kunnu halda fram við segði Christian Lundberg.