John av Reyni, formaður, Sosialistisk Ung
----
Mann kann ikki siga annað enn, at mangur barnaskógvur er slitin við Tórsgøtu, Tróndargøtu og Kongagøtu í Havn, har mong ættarlið hava lært sítt a-b-c og ikki minst hava barst við onkra torføra uppgávu av alskyns slagi. Tað sum fyrr var ein depil fyri læring, er í dag eitt skrímsl sum skríggjar út um sína neyð og elendigheit. Summi vilja vera við, at hetta eyðkenda gula skapilsi skal varðveitast, ímeðan onnur siga rív hatta niður og tað ongantíð ov skjótt; hetta er Kommunuskúlin á mannatungu í dag!
Kommuskúlin hevur nógv at siga hjá mongum menniskjum og tí kann broyting vera eitt sindur torfør at hava við at gera. Tó er tað neyðugt við broytingum í samfelagnum fyri at kunna ganga framá og fyri at gera samfelagið betur.
Hugsa tær, at mann kundi miðsavnað okkara vitanardepil og okkara evnaríku lista- og tónleikafólk á sama staði og givið teimum teir karmar sum vanta!
Hetta ber væl til, og er tann gamli guli skapningurin sum skaptur til hetta endamál við fleiri smærri hølum til eitt nú atelier, venjingarrúm, býarbókasavn og hobbyrúm. Afturat teimum smærru hølisviðurskiftinum eru sjálvsagt tey størru hølini, sum gamli salurin og tann stóri garðurin, ið kann rúma mongum leikum og konsertum.
Kommunuskúlin kostar sjálvsagt at gera um, til ein sannan depil, sum vit kunnu vera stolt av, men vinningurin vil koma fleirfaldaður aftur. Vit kunnu bara hyggja eftir teimum størru lista- og songfuglum, sum hava spírað og hava tikið Føroyar runt allan knøttin.
Við at geva umstøður til okkara ríka tilfeingi, kann og vil hetta førka okkara list, tónleik og vitan frameftir og vil hetta sjálvsagt gera Føroyar enn ríkari og fjølbroyttari, eitt stað har lív nørist og dreymar verða til veruleika!