Ein ljót gerð ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tíbetur verður løgtingsval í ár, so Karsten Hansen fær vónandi ikki stundir til fleiri vónbrot - sigur altso ein samgongufelagi hjá landsstýrismanninum

 

- Hetta var ein ljót gerð ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna í Klaksvík fyri Fólkaflokkin.

Hon sipar til avgerðina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum um at samskipa viðgerðina fyri urologi-sjúkur á teimum trimum sjúkrahúsunum.

 

Karsten Hansen hevur gjørt av at skipa urologi í Føroyum soleiðis, at fakligu førleikar sum eru á økinum í dag, skulu gagnnýtast.

Tað merkir, at ein partur av skurðviðgerðunum verður á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur serlækna í urologi í føstum starvi.

Undankanningar av urologiskum sjúklingum verða á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum harumframt hevur viðgerð fyri nýrastein, nú sjúkrahúsið hevur tikið ein nýrasteinsknúsara í nýtslu. 

Øll visitatión verður á Landssjúkrahúsinum, sum eisini tekur sær av teimum størru skurðviðgerðunum. Eisini verður eitt urologiskt ambulatoriið sett á stovn á Landssjúkrahúsinum.

 

Les eisini: Johan skal fáa tey trý sjúkrahúsini at samstarva

 

Hetta er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ógvuliga alt annað enn nøgd við.

- Allar skurðviðgerður innan urologi skulu nú av Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Suðuroyar Sjúkrahús og á Landssjúkrahúsið, staðfestir hon.

 

Hon hevur fleiri ferðir sóknast eftir, at Karsten Hansen fór at taka avgerð um, hvussu viðgerðir skulu býtast ímillum tey trý sjúkrahúsini.

- Tá hann nú endiliga, eftir meira enn trý ára umhugsunartíð, skar ígjøgnum, mundi fá vænta, at hetta fór at blíva úrslitið, sigur løgtingskvinnan.

 

Hon vísir á, at endamálið hevur verið, at dupultfunktiónirnar skuldu burtur í heilsuverkinum.

- Men nú er úrslitið er, at urologi verður flutt á trý ymisk støð, og hvat frambrot er í hesum, spyr hon.

 

Hon heldur rætt og slætt, at hetta er ein ljót gerð ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí Klaksvíkar Sjúkrahús hevur viðgjørt sjúklingar við urologiskum sjúkum í minst 20 ár, við góðum úrsliti.

 

- Urologiskt ambulatorium hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í nógv harrans ár og nú skal eitt urologiskt ambulatorium afturat setast á stovn á Landssjúkrahúsinum?

- Er tað ikki ein dupultfunktión, spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

 

- Tað einasta sum nú verður eftir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi innan urologi, eru undankanningarnar, tí enntá serlæknin verður fluttur av sjúkrahúsinum, leggur hon afturat.

 

- Tað er helst bara ein spurningur um tíð, so finna ”teir klóku” útav, at tað ikki er so smart at hava undankanningarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. So verða tær eisini burturfluttar.

 

- Tíbetur hava vit minni enn eitt ár eftir av hesum valskeiðnum. Tað tók meira enn trý ár hjá landsstýrismanninum at fremja hesa ljótu gerð ímóti Klaksvíkar sjúkrahús, sum er eitt stórt vónbrot. So kunnu vit kanska vóna, at hann ikki megnar at fremja fleiri vónbrot fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, sigur løgtingskvinnan.

 

Les eisini: Hvar liggur frambrotið, Karsten?

 

Hon spyr eisini um endamálið er at niðurlaga og niðurpína Klaksvíkar Sjúkrahús, tí tað er hetta, sum nú hendir.

- Hvat er meiningin við at brúka 15 milliónir krónur upp á Klaksvíkar Sjúkrahús, tá tað spakuliga verður dripið innanífrá, spyr Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.