40 føroyingar av 1000 eru berarar av CF. Eru bæði foreldrini berarar, fáa í miðal 25% av børnunum sjúkuna.
Fólk við cystiskari fibrosu hava ov lítla vætu í flotinum, og tað hevur við sær tjúkt, kleimi slím í andaleiðum og gørnum.
I sodningarleiðini ger arvaligi feilurin, at upptøkan av proteinum og feitti úr mati er vantandi. Genfeilurin hevur somuleiðis ofta sukursjúku við sær.
Men álvarsamasta ávirkanin av sjúkuni er í lungunum, har tjúkka slímið er gott gróðrarlendi hjá bakterium. Hetta hevur við sær lungnabruna í heilum, sum verður viðgjørt við antibiotika.
Børn og ung við CF skulu fleiri ferðir um dagin gjøgnum eina heimaviðgerð, har tey eitt nú skulu anda í seg antibiotika, og harafturat skulu tey fáa lungnafysioterapi fyri at fáa tjúkka slímið úr lungunum. Tey taka eina rúgvu av heilivági og noyðast ofta á sjúkrahús til kanningar.
Tá sjúklingarnir verða eldri, er ofta neyðugt at leggja teir inn regluliga, av tí at ávís sløg av antibiotika mugu gevast inn í æðrarnar. Tað merkir, at CF-sjúklingar ofta eru tveir mánaðir um árið á sjúkrahúsi. Sum nú er fer eftirlit og kanningar av føroyskum sjúklingum við CF fram á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Takka veri góðari gransking er miðal aldurin á sjúklingum við CF hækkaður nógv gjøgnum árini, og fleiri liva nú, til tey eru vaksin.
Kelda: www.cff.dk
--
FAKTA
- Í løtuni eru 13 CF-sjúklingar í Føroyum. Teir eru allir føddir frá 1976 og til 2003. Nina býr í Danmark og er tískil ikki skrásett sum CF-sjúklingur í Føroyum.
- Í Danmark verða 12-15 børn fødd við sjúkuni á hvørjum ári, og í 2005 vóru um 425 CF-sjúklingar í Danmark.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$FAKTA
- Í miðal hevur 1:1400 føroyingur CF, meðan í Danmark er 1:4700 sjúkur.
- 40:1000 føroyingum eru berarar av sjúkuni.
- 25 % av hjúnum, har bæði foreldrini eru berarar av cystiskari fibrosu, fáa sjúk børn.
Kanningin varð gjørd í 1992, og Nikolina Sørensen stóð á odda fyri henni. Eingin ítøkilig kanning er gjørd um cystiska fibrosu síðan tá, men tølini samsvara við 2006.