Ein múrari fyllir seksti

Í gjár fylti oyndfirðingurin Hildebjartur Antoniussen 60 ár. Eg legði merki til tað heilt av tilvild í Sosialunum, og vil fegin ynska mínum góða vinmanni hjartaliga tillukku við degnum.

Hildebjartur er 12 ár eldri enn eg, og tað merkir, at hann var
longu farin av bygdini, tá ið eg var smádrongur, so eg lærdi hann ikki at
kenna, fyrr hann aftur kom at vitja heimbygdina, og tað gjørdi hann trúliga
og búsettist eisini aftur okkurt skifti.

Tað var so undarligt í mongum húsum í Oyndarfirði. Fyrst eg
kann minnast var ljós í teimum, og so sløknaði knappliga og tendraði ikki
aftur. Deyðin hevði verið á vitjan. Soleiðis var eisini hjá foreldrum
Hildibjarta. Barnaheimið hjá honum lá beint á leiðini niðan og oman frá
okkum, og fyrst eg kann minnast, var altíð ljós har um kvøldarnar.

Børnini hjá Esbern og Ragnhild fóru øll av bygdini so skjótt tey
komu til, og síðan doyði Ragnhild. Esbern var einsamallur, so doyði hann, og nú var húsið myrkt. Tað sløknaði í so nógvum húsum, av teimum 32 húsunum heimanfyri ánna, sum ljós var í, tá ið eg var smádrongur, er øskukalt í 14 av teimum í dag.

Hildebjartur var farin at læra til múrara, og nú sást hann í
bygdini at gera okkurt arbeiði. Beiggin Kaj, gekk honum til handa, tá ið
okkara hús vóru spekkaði, og tað hevur so verið einastaðni miðskeiðis í
sjeytiárunum. Kaj lærdi til tannlækna tá, og hetta var soleiðis partvíst á
starvsleiðini hjá Kaj, at Hildebjartur fyrst legði honum lag á og lærdi hann
at fylla størri høl í betongvegginum, áðrenn hann fór at fáast við
smáputlið, at plombera tenn. Nakað hava múrarar og tannlæknar til felags, og Hildebjartur hevur verið Kaj Sonna góður lærumeistari.

Maður roknar vanliga lívið í tveir partar. Fyrri partur er
áðrenn hann møtti konuni, og seinni partur er konan. Eg lærdi Hildibjart at
kenna, áðrenn hann møtti Sonnu, áðrenn hann fekk tungu skyldurnar sum
forsyrgjari, maður og pápi. Vit høvdu tað stuttligt mangan í vertskapi,
bæði i Oyndarfirði og í Havn. Onkur geneverkrukkan varð tømd og
glarfitisbóndin í Funningi, Petur Skeel Skarðsá hjálpti munandi til við
humøri og góðum huglagi. Nú er eisini alt hetta søga, men sama góða lagið
er, tá vit tríggir hittast, og ofta verður rikið aftur á hesar føgru og
sorgleysu nætur, áðrenn Hildebjartur møtti konuni, tá ið alt var leikur og
gaman, og lívið enn ikki var farið at merkja okkum nevnivert. So kom Sanna
upp í leikin og vertskapurin steðgaði, aðrar lívsjáttandi skyldur hvíldu á
okkara góða og glaða vinmanni. Nú var hann pápi og maður. Amor skeyt eisini ørvar í meg og Petur Skeel, tó í Petur nakað væl seinni, hann dugdi betur at snúgva sær millum ørvsoddarnar, sum tann kimligi seyðamaður hann her.

Góðir vinir nýtast ikki at hanga um hálsin á hvørjum øðrum
dagliga. Vit báðir, Hildebjartur hittast av og á, og beinanvegin er góða
hugnaliga lagið aftur okkara millum. Seinnu árini havi eg fyri tað mesta
hitt hann á Landskjalasavninum. Hann er íðin ættargranskari, og neyvan
nakar oyndfirðingur kennir so nógvar deyðar oyndfirðingar sum júst
Hildebjartur, kanska Freydis gevur honum kapping. Hildebjartur fer so langt
aftur sum kirkjubøkurnar loyva, og hann fer enn longur aftur í øðrum skjølum. Hann kennir mínar forfedrar betri enn nakar. Allar hesa menn og kvinnur, hvørs genir liva í okkum báðum og hann hittir funningsmenn seint í miðøld, sum eisini høvdu skil fyri glarfiti.

Og nú vit tosa um glarfiti, so er fletting í hond, og komi eg
ikki í føðingardag í kvøld, so er tað tí at eg tummi og geri lekrar
tálgasperlar norðuri í Oyndarfirði, sperlar sum smelta á tunguni, tá ið teir
hava tikið við salti og sum eru lívshættisligir fyri blóðrenslið, men sum
smakka so væl, at tú gloymir allan deyðsangist og framskundaðan ævinleika,
meðan teir lættliga glíða niður á nýbakaðum heimabakaðum breyði, tey frá
mammu.

Hjartaliga tillukku góði vinur, ein heilsan til Sannu, og alt
tað besta fyri teg og tína familju.



vinarliga


Jústinus Leivsson Eidesgaard