Elprísurin til húsarhald í Føroyum liggur í tyngra endanum í mun til ES- og onnur lond í Evropa, meðan prísurin til ídnaðin stendur seg munandi betur.
- SEV hevur mangan fingið skotið í skógvarnar at hava heimsins hægstu elprísir. Men so er kortini ikki, verður sagt á heimasíðuni hjá føroyska orkufelagnum.
Ein samanbering av prísunum í Føroyum og ES-londunum (+ Norra, Estland, Lettland og Litava), sum SEV hevur gjørt. Sambært henni liggja Føroyar í tyngra endanum, tá tað kemur til elprísin til húsarhald. Hinvegin liggja vit munandi betur fyri, tá talan er um elprísin til ídnaðin.
Samanberingin vísir, at Føroyar - tá tað kemur til el til húsarhaldini liggja á triðaftasta plássi, aftanfyri Týskland og Danmark, sum hevur dýrastu prísirnar.
Tá tað kemur til elprísin til ídnaðin, er myndin eitt sindur øðrvísi. Har liggja Føroyar á einum 24. plássi (ájavnt við Luxemburg og Belgia) av teimum 31 londunum, ið eru við á listanum, meðan vit liggja á einum 14. plássi í tíðarskeiðnum 2008-2010.
- Hetta vísir sostatt, at mýtan um, at vit hava heimsins hægstu elprísir í Føroyum, ikki heldur, umenn prísirnir liggja í dýrara endanum. Men tá eigur fjarskotna staðseting og fjarstøða okkara til onnur lond eisini at vera havd í huga, verður sagt.