Ein maður og tvær kvinnur stjórna Klakvík

Klaksvíkar Býráð 2017-2020 skipaði seg á fundi í gjárkvøldið: Borgarstjóri er Jógvan Skorheim – sum hevur tvær kvinnur afturat sær sum varaborgarstjórar, Signihild V. Johannesen og Gunvá við Keldu

Klaksvíkar Býráð 2017-2020 skipaði seg á fundi í gjárkvøldið: Borgarstjóri er Jógvan Skorheim – sum hevur tvær kvinnur afturat sær sum varaborgarstjórar, Signihild V. Johannesen og Gunvá við Keldu

 

Kommunustýrislógin ásetur, at nývalda býráðið skal skipa seg innan árslok í valárinum, og tað er fyrst valdi býráðslimur, sum hevur uppgávuna at kalla nýggja býráðið saan. .

 

Jógvan Skorheim, ið var fyrstvaldi býráðslimur á kommunuvalinum 8. november 2016, hevði kallað inn til skipandi býráðsfund í gjárkvøldið.

 

Á skránni var val av borgarstjóra, val av 1. og 2. varaborgarstjóra, val av limum og tiltakslimum í føstu nevndir býráðsins, umframt áseting av fundardøgum býráðsins fyri árið 2017.

 

Nývalda býráðið tekur við 1. januar 2017.

 

Formansskapur

Jógvan Skorheim varð afturvaldur til borgarstjóra. Signhild V. Johannesen varð vald til 1. varaborgarstjóra, og Gunvá við Keldu til 2. varaborgarstjóra.

 

Síðani var val av limum og tiltakslimum í fíggjarnevndina, trivnaðarnevndina Børn og Ung, trivnaðarnevndina Eldri og Bústaðir, havna- og vinnunevndina, mentanarnevndina, teknisku nevndina og umhvørvis- og býarskipanarnevndina.

 

Fíggjarnevndin verður soleiðis mannað:

Fastur limur / (tiltakslimur)

Jógvan Skorheim, borgarstjóri / (Kristian Eli Zachariasen)

Signhild V. Johannesen / (Óli M. Lassen)

Tummas J. Lervig / (Beinta Klakstein)

Gunvá við Keldu / (Atli S. Justinussen)

Herfrí J. Sørensen / (Beinir Johannesen)

 

Trivnaðarnevndin Børn og Ung verður soleiðis mannað:

Fastur limur / (tiltakslimur)

Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)

Signhild V. Johannesen /(Óli M. Lassen)

Tummas J. Lervig / (Óli M. Lassen)

Beinir Johannesen /(Gunvá við Keldu)

Herfrí J. Sørensen / (Atli S. Justinussen)

 

Trivnaðarnevndin Eldri og Bústaðir verður soleiðis mannað:

Fastur limur / (tiltakslimur)

Beinta Klakstein / (Óli M. Lassen)

Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)

Kristian Eli Zachariasen / (Tummas J. Lervig)

Gunvá við Keldu / (Beinir Johannesen)

Herfrí J. Sørensen / (Atli S. Justinussen)

 

Havna- og Vinnunevndin verður soleiðis mannað:

Fastur limur / (tiltakslimur)

Tummas J. Lervig / (Signhild V. Johannesen)

Kristian Eli Zachariasen / (Beinta Klakstein)

Óli M. Lassen / (Signhild V. Johannesen)

Atli S. Justinussen / (Gunvá við Keldu)

Beinir Johannesen / (Herfrí J. Sørensen)

 

Mentanarnevndin verður soleiðis mannað:

Fastur limur / (tiltakslimur)

Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)

Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)

Óli M. Lassen / (Kristian Eli Zachariasen)

Gunvá við Keldu / (Beinir Johannesen)

Atli S. Justinussen / (Herfrí J. Sørensen)

 

Tekniska nevndin verður soleiðis mannað:

Fastur limur / (tiltakslimur)

Óli M. Lassen / (Signhild V. Johannesen)

Tummas J. Lervig / (Signhild V. Johannesen)

Beinta Klakstein / (Kristian Eli Zachariasen)

Atli S. Justinussen / (Gunvá við Keldu)

Steinbjørn O. Jacobsen / (Beinir Johannesen)

 

Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin verður soleiðis mannað:

Fastur limur / (tiltakslimur)

Kristian Eli Zachariasen / (Tummas J. Lervig)

Óli M. Lassen / (Beinta Klakstein)

Signhild V. Johannesen / (Tummas J. Lervig)

Gunvá við Keldu / (Herfrí J. Sørensen)

Beinir Johannesen / (Atli S. Justinussen)

 

Fundardagar í 2017

At enda vórðu fundardagar býráðsins í 2017 ásettir. Býráðið fer at hava regluligu fundir sínar 26. januar, 23. februar, 23. mars, 4. mai, 1. juni, 29. juni, 28. september, 26. oktober, 16. november og 14. desember.