Ein máti er at lata havnarfólk rinda ein part av rokningini

Bæði í Klaksvík og í Fugloy, rinda kommunurnar ein part, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Ferðasambandið út í Hest hevur leingi verið rættiliga umstrítt. Í. Fleiri ár hava fólk í Hesti stríðst fyri einum betri ferðasambandi og tey hava ført fram, at sum støðan er nú, ber ikki til at búgva í Hesti og passa arbeiði, ella skúla í Havn.

 

Nú hevur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og í samferðslumálum, um ferðasambandið út í Hest. Men Jørgen Niclasen sigur, at mett verður ikki, at brúk er fyri fleiri túrum út í Hest. Og Strandferðslan hevur heldur ikki játtan til fleiri túrar, leggur hann afturat.

 

Men Jørgen Niclasen sigur, at Klaksvíkar kommuna rindar ein part av siglingini í Kalsoynna, og busssambandið í Kalsoynni. Somuleiðis rindar Fugloyar kommuna, og Klaksvíkar kommuna, ein part av útreiðslunum til ferðasambandinum ímillum Hvannasund og Klaksvík og ein part av siglingina til Fugloy og Svínoy.

 

Jørgen Niclasen hevur, at ein møguleiki kundi verið at gjørt avtalu ímillum Tórshavnar kommunu og Strandferðsluna, um at betra ferðasambandið, so at Tórshavnar Kommuna rindaði ein part av tí.