Nú tykist tað verða greitt, at Suðuroyar Sjúkrahús sleppur undan at seta heilt so stórar sparingar í verk, sum alt annars bendi á, tá ið fíggjarlógin fyri 2000 varð samtykt beint fyri nýggjár.
Sostatt tykist tað heldur ikki, sum um heilt so nógv fólk fara at verða uppsøgd, sum vandi annars leingi hevur verið fyri hesar seinastu mánaðirnar.
Hetta skilst á lagnum, nú Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur borið eina umsókn um eykajáttan niðan í tingið.
Sum skrivað í greinini "Eykajáttan uppá 22,7 milliónir" , verður uppskotið lagt fram leygardagin.
Ein millión afturat
Suðuroyar Sjúkrahús er ein stovnur, sum hevur verið nógv umrøddur í sambandi við fíggjarlógina í ár.
Hetta, tí at sjúkrahúsið hevur gjørt vart við, at játtanin er 1,5 millión ov lítil til at kunna varðveita virksemið á sama støði í ár, sum í fjør.
Higartil eru 4,5 søgd úr starvi á Suðuroyar sjúkrahúsi, eitt hálvt í køkini, eitt í vekslaranum/leiðbeiningini, eitt á teknisku deild og tveir fysioterapeutar.
Hetta verður mett sum ein lítil vanlukka á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí tað ber í sær, at tann ambulanta fysioterapiin verður niðurløgd og tað er til stóran ampa hjá einum hópi av sjúklingum.
Somuleiðis ber tað tí sær, at tað ber ikki til at ganga vakt á teknisku deild og sostatt er ongin at gera tól aftur, sum verða í óstandi uttanfyi vanliga arbeiðstíð.
Tær uppsagnirnar, sum eru settar í verk, eru ein sparing uppá 680.000 krónur.
Sostatt eru sparingar fyri 820.000 krónur eftir at fremja, men landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum bað leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi bíða við fleiri uppsagnum inntil eykajáttanarlógin, sum nú verður løgd fram, er samtykt.
Og nú tykist tað sum um tað ikki verður neyðugt hjá Suðuroyar Sjúkrahús at spara heilt so nógv, sum vandi upprunaliga var fyri.
Men tað tykist líka greitt, at sjúkrahúsið fær ikki allan peningin, sum er neyðugur fyri heilt at sleppa undan uppsagnum.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at í eykajáttarlógini, sum nú verður lagt fyri tingið, verður søkt um at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi eina millión afturat til lønir.
Men av teimum skulu einar 700.000 krónur flytast frá øðrum rakstri hjá sjúkrahúsinum yvir til lønarkarmin.
Harafturat fær sjúkrahúsið eina beinleiðis eykajáttan uppá 300.000 krónur.
Av teimum eru 200.000 krónur tiknar av øðrum økjum hjá almanna og heilsumálastýrinum. Sostatt eru tær seinastu 100.000 krónurnar ein beinleiðis eyka útreiðsla hjá landskassanum.
Men tað merkir so aftur, at tað eru framvegis 500.000 krónur eftir, sum sjúkrahúsið skal spara í ár, sum landið liggur í løtuni.