Ein millión vitjandi

Tíðindaskriv

Í hesum døgum nærkast heimasíðan hjá Ebenezer einum varða, tí um nakrar dagar fara vit at hava havt 1. millión vitjanir á heimasíðuni, síðan hon gjørdist virkin. 


Hetta merkir, at heimasíðan hjá Ebenezer er ein av mest vitjaðu heimasíðum av sínum slagi í Føroyum. 


Heimasíðan varð løgd alment út tann 3. november 2003. Seinasta mánaðin hava umleið 40.000 fólk verið inni og vitjað síðuna, og hetta gevur eitt miðaltal millum 1300 og 1400 vitjanir um dagin. 


Í sambandi við at heimasíðan fer um milliónina, hevur Ebenezer valt at markera hetta við at hava eina spurnakapping inni á síðuni. Hendan kappingin verður fram til 19. desember, og har verður møguleiki hjá onkrum at vinna eina eyka jólagávu. 


Heimasíðan hjá Ebenezer er: www.ebenezer.fo