Síðan metárið 2007 er innflutningurin, uttan skip, flogfør og brennievni, minkaður eina góða milliard krónur, sigur Hagstovan í síni nýggjastu uppgerð.
Í 2007 var hesin innflutningur 4,2 milliardir, men í 2010 var hann lækkaður niður í 3,1 milliard.
Hóast talan er um stóra minking, skal havast í huga, at tey tvey árini beint undan fíggjarkreppuni, altso í 2006 og í 2007, vaks hesin innflutningurin heili 40%, úr 3 milliardum upp í 4,2 milliardir.
Fyribils sær út til at innflutningsvirðið rakti botnin í 2009, tí í 2010 er innflutningurin av øðrum vørum enn skipum, flogførum og brennievni, vaksin 2%.
Tað er eitt sindur ymiskt hvussu minkingin hevur rakt ymisku vørubólkarnar. Innflutningsvirðið av akførum er minkað niður í ein triðing av virðinum í 2007, men keypið av maskinum, amboðum og øðrum tilfari til byggivinnuna, er minkað niður í eina helvt.
Innflutningur av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu minkaði 14%. Hóast hetta ikki er eins nógv sum í fleiri av hinum bólkunum, so er tað fyrstu ferð síðan kreppuna fyrst í 90’árunum at hesin bólkurin er minkaður.
Einasti vørubólkur har innfluttningsvirðið er munandi økt, er rávøra til fiskavirking, har varð meir enn tvífalt so nógv innflutt í 2010 samanborið við 2007.