Ein millión afturat til politiska upplýsing

Tað er neyðugt fyri at tryggja fólkaræðið og fyri at flokkar kunnu stuðla sínum valevnum

 Politisku flokkarnir á Føroya Løgtingið fáa nú eina millión krónur afturat til politiska upplýsing.

Tað hevur Løgtingið einm,ælt samtykt akkurát nú.

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár skuldi samtykkjast var ætlanin at seta 3,2 milliónir av til politiska upplýsing til flokkarnar.

 

Men beint áðrenn fíggjarlógin skuldi samtykkjast endaliga, hevur løgtingið samtykt at hækka játtanina eina millión afturat.

Tað vóru allir teir sjey floksformenninir, Alfred Olsen, Jákup Mikkelsen, Høgni Hoydal, Aksel V. Johannesen Poul Michelsen, Kári P. Højgaard og Jenis av Rana, sum løgdu uppskotið fram.

 

Teir siga, at tað er neyðugt fyri at tryggja fólkaræðið og fyriat tryggja, at tað skal bera til hjá politiskum flokkum at stuðla valevnum fíggjarliga.

- Valevni skulu ikki halda seg aftur at stilla upp av fíggjarligum ávum og tí er neyðugt at hækka játtanina, siga teir sjey floksformenninir.

 

Tinglimir hava fleiri ferðir umrøtt støðuna í løgtinginum og har hava teir víst á, hvussu dýrt tað er at stilla upp til løgtingið.