Ein minnilig vika

Ta seinastu vikuna er nógv positivt hent, hvat viðvíkjur fullveldinum. Fyrst varð ein veljarakanning almannakunngjørd, síðani sá ein partur av NATO kanningini dagsins ljós, og at enda kom Nyrup á sjarmuvitan.

Veljarakanningin vísti betri byr fyri fullveldisætlan landstýrisins og fyri flokk okkara, Tjóðveldisflokkin sum heild. Ein veljarakanning skal sjálvandi altíð takast við fyrivarni. Men veljarakanningin vísir, at fólkið hevur álit á ætlanum landsstýrisins, kanska serliga vísir hon, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur mist veljarar síðan valið í fjør. Tað kundi kanska annars væntast, at fleiri Tjóðveldisfólk fóru at missa álitið á flokkinum. Hesin flokkur, sum nú knappliga vildi varðveita danska kongshúsið í Føroyum, hava felags gjaldoyra við danir og minka blokkin so líðandi, ístaðin fyri at kvetta á stokkinum. Men líkt er til, at veljarar floksins hava svølgt eins nógvar kamelar, sum politikkarar floksins gjørdu, tá ætlanarnar um fullveldi vóru stungnar út í kortið.

Hvat viðvíkjur NATO (ella sum tað vísir seg, amerikanskum hermonnum) uppi- og inni í Sornfelli, so er bara at siga, at alt hetta hava tjóðveldisfólk altíð vitað. Sjálvandi hava danir ikki øll hesi árini givið føroyingum peningaligan »stuðul« uttan at hava fingið peningin aftur. Danir eru ikki býttir, tað er ikki uttan orsøk, at Nyrup er á vitjan í tíð og ótíð. Føroyingar eru nú tíanbetri við at vakna eftir at hava trúð blindt upp á danir í 50 ár. Onkur sigur, at hetta er so langt síðani, so vit kunnu tað sama gloyma tað. Er tað ikki ótrúðligt, at nakar kann blíva við at líta á nakran, sum hevur logið fyri tær í 50 ár. Vit ána ikki, hvat hendir í okkara egna landi. Okkurt kemur fram í ljósið við hesi NATO-kanningini. Men tað man vera nógv, sum ikki er komið fram í ljósið enn og ongantíð kemur tað.

Tað stuttligasta, sum mann vera hent hesa seinastu vikuna, er sjarmutúrurin hjá Poul Nyrup í Føroyum saman við konuni og umboðum frá øllum teimum donsku fjølmiðlunum. Nyrup hevur helst havt ein góðan túr úti í Tinganesi og í býráðnum í Havn. Í býráðnum var Lone entá í hvítbotnaðum gummiskón. Og á vitjan á tí »óhefta« tíðindablaðnum Sosialinum, av tilvild saman við javnaðarhøvdinganum Jóannes Eidesgaard, hevur Nyrup helst følt seg veruliga heima. Allir hinar hugnatúrarnar í Kirkjubø, Koltri og ikki minnst úti í Tindhólmi, hava helst eisini verið mikið hugnaligir í dýrdarveðrinum í seinastu viku. At hesin ríkisfundurin so einki hevði at siga politiskt og var púra láturligur er nakað heilt annað. Tað sigur kanska eitt sindur, at fundurin var í Tindhólmi. Tosaði við ein journalist frá DR TV, sum var komin í neyð, tí redaktiónin í Keypmannahavn hevði rykt eftir veruligum tíðindum frá ríkisfundinum. Men hann svaraði sum var, at einki var komið burturúr, men at hann annars hevði havt ein góðan túr. Sama søgan var við tíðindakvinnuni frá Berlingske Tidende, sum hevði fingið alt tilfarið sendandi aftur í høvdið og var vinarliga biðin um ikki at koma við fleiri ferðafrásøgnum úr Føroyum. Nakað annað var so, at hendan tíðindakvinna var so illa fyrireikað til Føroyavitjanina, at hon ikki visti um fólkaatkvøðuna í 1946. So eg haldi, at Dimman kanska skuldi latið vera við at endurgivið greinar úr Berlingske ein aðru ferð.

Vóni at hendan minniliga vikan verður ein góð mynd, hvat kemur at henda ta komandi tíðina. Eri spentur til næstu veljarakanning. Og kann næstan ikki bíða til Nyrup kemur aftur á vitjan. Vónandi hevur hann eisini keypt sær hvítbotnaðar til ta tíð. So kann hann veruliga sjarma seg inn í hjørtuni hjá javnaðarmonnunum, sum fyri einum ári síðani ikki vildu síggja mannin. Eri eisini serliga spentur til restin av NATO-kanningini verður almannakunngjørd. Tá verður helst nógv prógvað, sum sambands og javnaðarmenn ikki hava viljað trúð uppá. Vónandi fær tað nakrar javnaðarmenn á aðrar tankar, serliga allar teir mongu ungu sjálvstýrissinnaðu. Gleði meg til um eitt ár . Tí tá vera ikki fleiri sjarmutúrar. Vit fáa sjálvi vinningin av Sornfelli, um vit ynskja tað. Tað einasta, sum verður eftir av teimum trimum hendingunum frá hesi minniligu viku, eru veljarakanningarnar. Tá verður bara ikki spurt, um Føroyar skal vera sjálvstýrandi. Tá verður tað ein sjálvfylgja. Tí, sum vit øll vita, Í hjørtum okkara býr frælsi.


Rói Joensen, formaður í Norðstreymoyar Unga Tjóðveldi