Sløktar baklyktir, brostnar perur og skeivt stillaðar billyktir. Hetta er nakað, sum av álvarara kann ørkymla bilførarar í ferðsluni, og sum kann seta ferðslutrygdina í vanda.
Tí fer Ráðið fyri Ferðslutrygd undir eina lykta-herferð saman við Akstovuni, Effo og Magn.
Á nógvum av bensinstøðunum hjá Effo og Magn kring landið verða sett skelti við tekstinum »Lýsa perurnar?« Skeltini eru blonk, so tað er lætt hjá bilførarum at kanna ljós og lyktir.
Onkrar av lyktunum á bilinum verða sjáldan brúktar og kanska ivast bilførarin , hvussu tær virka. Hvar tendrar og sløkkir tú tokulyktirnar Og er tað vist, at ongar perur eru brostnar?
– Brúka fimm minuttir at fáa skil á hesum ímeðan bilurin er stendur stillur. Tað er best at gera hetta í myrkri. Set bilin framman fyri lyktaskeltið so tú sært lyktirnar speglast í rútinum. Tendra og sløkk tær ymsu lyktirnar, og blinkjósini á bilinum, tí so sært tú, nær tær ymisku lyktirnar tendra og slókna, og hvussu tað sær út. Vend so bilinum og endurtak tað sama við lyktunum aftan fyri.
– So veitst tú hvussu allar lyktir virka, tá tú fært brúk fyri teimum. Tá ið tú knappliga hevur brúk fyri lyktunum, kann tað vera vandamikið at sita og leita eftir teimum røttu knappunum ímeðan tú koyrir.
Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir eisini bilførarum til at lanna, at ljósini eru stillað á nærljós, tá bilurin verður startaður, tí tá lýsa ljósini framman, bakljósini og nummarplátuljósið.
– Nærljósini skulu vera tendrað, tá ið tað kavar, regnar ella í mjørka, ella sum heild, tá ið sýnið er ringt.
– Tá tú koyrir í einum tunli, skulu ljósini framman og aftan altíð vera tendrað.
Eru lyktirnar stillaðar á ’auto’, tendra bakljósini ikki altíð. So vilt tú tryggja tær, at bakljósini altíð eru tendrað, eru hyggjuráðini at tendra nærljósini, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd