Bergur Rønne Moberg hevur búð uttanlands seinastu 20 árini men er heima í sambandi við útgávuna av nýggju bók síni Tá søgan byrjar á staðnum. Ein bók, sum eisini myndaliga snýr seg um at koma heim og koma til sættis við skilnaðin.
Prátið snýr seg um bókina, hansara lívsshugsjón, sum, hóast hon í løtum kann tykjast at hoyra einum øðrum heimi til, sambært Bergi kann lýsast rættiliga einfalt og ítøkiliga
- Hygg hatta træið, sigur Bergur, og peikar á eitt stórt gamalt træ uttanfyri vindeygað her í Heinesens húsi.
- Fyrst hevur tú bulin, sum síðani greinar seg í tvær og fleiri greinar fyri síðani at møtast aftur í vøkru krúnuni har træið so at siga hátíðarheldur seg sjálvt í eini nýggjari samanrenning millum tað gamla og tað nýggja, sigur Bergur og trívur aftur í bókina. Í henni snara tankarnir hjá høvundanum seg um skilnaðin og samanrenningina millum metafysikk og modernitet, ella rættari tørvin hjá modernitetinum eisini at kunna rúma metafysiskum fyribrigdum.
Uppgerðin við uppgerðina
Ein slík samanrenning treytar, sum eitt tað fyrsta eina uppgerð við ta modernismu, sum vendi øllum metafysiskum hugsjónum baki og avdúkaði tær sum lygn í hvassa ljósinum av modernitetinum. Í greinasavninum fer hendan uppgerð við uppgerðina heilt ítøkiliga fram í eini minnisgrein um mammuna, har høvundurin vendur aftur til heimbygdina í eini roynd at rúma henni og tí, hon stóð fyri, av nýggjum.
- Eg vaks upp í einum indre missiónskum heimi, sum eg, sum so mong onnur vendi bakið, tá eg sum tannáringur byrjaði at lesa Marx, Nietzsche og Freud teir stóru mistonkjararnir, sum gjørdu upp við alt tað andliga og gandakenda í breiðastu merking og settu ta modernaðu rationellu hugsanina inn í staðin. Við fráleikanum og menniskjaligari búning varnast tú sum frá líður, at moderniteturin kortini ikki er alt, at tað stóra lívsdramaið og at stóru kenlsurnar ikki lata seg teppa. Tí mást tú tilogna tær metafysisku kreftirnar av nýggjum. Spurningurin er so, hvussu tú gert, sigur Bergur og svarar sjálvur, at alt tykist at enda í kærleikanum.
- Trúgvin hjá mammu kom serliga til sjóndar, við at hon bað nógv. Sjálvt um eg ikki sjálvur trúgvi uppá bønina, kann eg væl rúma henni sum eitt tað sterkasta og mest inniliga útrykkið fyri kærleika. Tí snýr greinin um mammu mína seg eisini í grundini mest um takksemi og fyrigeving, og um hvussu eg umsiti tann arv, eg fekk frá mammu míni. Men eisini um lemjandi miss av trúnni, sigur Bergur og leggur afturat, at eftir hansara sannføring verður menniskja til í missinum. Eftir modernitetin stóðu vit ikki bara eftir við einum syndraðum heimi, men eisini við mistu trúnni. Men meiningsloysið, sum stendst av mistum trúnaði, kann skapa óvæntaða nýggja meining, tá orð verða sett á missin.
- Hugtøk sum líðing, melankoli og einsemi, sum vit vanliga fata sum nakað negativt, verða jú støðugt endurgandað av listafólkum til nakað positivit og meiningsfult. Tí kann uppgerðin ikki verða nøktandi, fyrr enn tú fert eitt stig víðari, endurgandar mytuna og letur illusiónina koma inn aftur í myndina.
Modernaðir føroyingar
Greinasavnið Tá søgan byrjar á staðnum fevnir víða, og setur spurningin um spenningin millum modernitet og metafysikk í mun til flest øll samfelagslig øki. Eisini tey meir heimligu. Høvundurin vísir á, at eitt afturvendandi evni í bókini er royndin at hugsa modernitetin inn í føroyska mentan sum nakað, ið kann viga upp í móti nostalgiskum upprunalongsli.
Sambært Bergi er trupulleikin við nostalgiskum upprunalongsli, at hann útihýsir skynseminum.
- H.C. Andersen sigur einastaðni Bliv smukt igen mit barn, men husk at vi er fornuftsvæsener. Tú kanst ikki sum vaksin maður blíva eitt naivt barn aftur, tí tú sum vaksið menniskja hevur eina ábyrgd at brúka títt vit og skil. Vit skulu ikki liva sum okkurt slag av upprunaligum føroyingum, men sum modernaði menniskju. Hinvegin skulu vit ikki avnokta mentanina á staðnum, tað hevði verið absurd, tí so var alt bara tómur globalitetur. Tað liggur eitt fantastiskt ríkidømi í føroysku heimbygdini, men hon er ikki tað einasta og tað nyttar onki at ganga við einum navivum dreymi um at kunna venda aftur til ein føroyskan náttúruromantikk. Gamaní liva vit av fiski, men ikki uttan modernaða tøkni, sigur Bergur, sum heldur eftirlýsir eini modernaðari tjóðarbygging, sum leggur upp fyri, at føroyingar liva í einum blandi av heimliga staðnum og moderniteti.
Skapandi stættin
Bergur er rættiliga sannførdur um, at skulu Føroyar yvirliva sum samfelag framyvir, mugu vit vísa størri opinleika mótvegis tí fremmanda og tí øðrvísi, ið ofta ikki verður hildið at hóska inn í eina avmarkandi fatan av, hvat er føroyskt. Við støði í bókunum hjá amerikanska búskaparfrøðinginum Richard Florida um Ta skapandi stættina vísir Bergur á, at búskaparligur vøkstur framyvir verður bundin saman við opinleika og tolsemi mótvegis teimum, ið vanliga hava livað í útryðjuni av rationella samfelagnum, tí tað er her framsíggin skapanarhugur goymir seg. So hóast hugsjónin hjá Bergi tekur støði í list og poesi, sær hann týðilig dømi um, at sama ásannan av tørvinum á eini metafysiskari dimensión eisini ger seg galdandi innan búskaparligu rationalismuna, vit hava bygt modernaða samfelagið á.
- Metafysikkur merkir bara tað, sum ikki er konkret, ein opinleiki mótvegis einum øðrum heimi. Í vinnulívinum síggja vit hetta við alsamt vaksandi eftirspurninginum eftir kreativiteti. Kreativiteur er vorðin størsta íløgutilfeingið hjá vinnulívinum. Eisini síggja vit, at tað ikki longur bara eru førleikar, men allur tann ógreinandi mátin, ein persónur er uppá, sum er avgerandi fyri, um hann verður settur í eitt ávíst starv. Tað er ongin ivi um, at vit eisini her síggja eina spennandi samanrenning millum ein rationellan høvuðsstreym og metafysiska undirstreymin, heldur Bergur.
Út um skottið
Vandi er tó í øllum, og Bergur er skjótur at ásanna, at eitt slíkt samfelag samstundis er eitt vágasamfelag, har vandi er fyri, at tey ríku fáa enn fleri møguleikar at gerast ríkari, meðan tey, sum eru uttanfyri, verða enn meir forfjónað.
Hinvegin er hugsjónin hjá Bergi ikki sett fram sum ein loysn uppá, hvussu vit skulu bera okkum at. men heldur sum eitt íkast til at reflektera yvir lívið.
- Eftir mínum tykki er eitt órannsakað lív ikki vert at liva. Hvussu fólk so rannsaka sítt lív, má verða upp til tey sjálvi. Hendan bókin er bara mítt boð uppá eina lívshugsjón, sum kann gera lesaran meir tilvitaðan um nøkur viðurskifti, ein áminning um, at høvuðsstreymurin skal vita, at tað allatíðina finst ein undirstreymur.
- Sum bókmentafrøðingur haldi eg sjálvandi, at bókmentagreiningin er týdningarmikil. Men í bókmentum liggur eisini eitt ómetaliga stórt lívsfilosofiskt virði, sum eisini eigur at koma fram. Vit hava øll okkara fak, men vit hava eisini skyldu til at sýna øðrum viðurskiftum áhuga, so vit kunnu gerast kvalifiseraðir borgarar, heldur enn at dyrka eina shoppingmentan, har hvør situr í sínum horni við vatnrøttum skotti til alt annað lív, sigur Bergur Rønne Moberg at enda.
Úr Tá søgan byrjar á staðnum
Staðið er sum eitt teppi, ið fær ting, kenslur og lívsroyndir at hanga saman. Tann samanhangur, sum staðið manar fram, er fyri mær fyrst og fremst ein markørur fyri tí mista og fyri stórfingnu metafýsisku kenslunum av missi. Heimstaðurin minnir ein við tíðini á, at ongin veruleiki er brotleysur ella brotdyggur.
...
Heimið og heimliga umhvørvið er eitt av teimum stóru tapunum, vit ganga ígjøgnum. Reiðrið verður tømt og oyðið fyrr ella seinni. Vit leggja til brots inn í modernitetsins talleysu loynigongir og liva tað lívið, sum er okkara við egnari starvsbreyt, egnari familju o.s.fr. Men onkursvegna liva vit altíð í kjalarvørrinum av tí mista, og vit venda ósvikaliga aftur til upphavið á onkun hátt.
...
Metafýsikkur og kenslan av guddómleika blíva við at venda aftur, nú ikki sum ein longsul eftir løn hinumegin, men sum ein óbanalur longsul í eitt nú søguni um fagurfrøðiligu hugsjónirnar.
...
Metafysikkur er sostatt dupultur, við tað at hann bæði snýr seg um tilverunnar verulag, sum vit uppliva tað í sansing, royndum og hugsanum, men eisini um tað ólýsandi, óhugsandi, tað sum er handan menniskjaliga royndarheimin.