Bankastjóri
Eftir at hava virkað sum grannskoðari í eini 20 ár, er tað ein nýggj og øðrvísi avbjóðing, sum nú stendur fyri framman hjá Súna Schwartz Jacobsen.
Sjálvur tykist hann tó ikki leggja stórvegis í at profilera seg sjálvan, men hinvegin tóktist hann ikki smæðast burtur á tíðindafundinum mánadagin.
- Hvørjar kvalifikatiónir, sum gera meg serliga væl egnaðan til hetta, mást tú spyrja forstjóran og nevndina í bankanum um. Men sjálvur haldi eg meg hava nakað at geva bankanum í starvinum, staðfesti hann.
Súni hevur annars síðani 1996 átt part av grannskoðanarfyritøkuni, SPEKT, har hann eisini hevur virkað sum stjóri hesi árini.
Hvussu ber tað tá til, hann soleiðis hevur selt sín ognarpart, fyri at flyta yvir um borðið, at kalla?
- Tað eru sjálvandi altíð tankar, sum tú gert tær. Í hesum førinum kom ein áheitan frá Føroya Banka, og tað havi eg so hugsað nakað um. Endin hevur so verið, at eg havi tikið av hesum, sigur hann.
- Sjálvur síggi eg fleiri spennandi møguleikar í hesum. Eg haldi meg eisini hava fakliga førleikan til at átaka mær avbjóðingina, og tí havi eg tikið av.
Var tað ein treyt frá tíni síðu, at tú skuldi vera stjóri, heldur enn bara leiðari av vinnukundaøkinum?
- Tað hevur sjálvandi verið nakað, sum vit hava tosað um, tá samráðingarnar hava verið, er einasta viðmerkingin, sum fæst um hetta.
Vilja kappast uttanlands
Sjálvur vil hann ikki longu nú koma við nøkrum beinleiðis boði uppá, hvussu hann vil menna vinnukundadeildina hjá Føroya Banka. Men við sterka innliti sínum í bæði føroyskt og danskt vinnulív er ikki óhugsandi, at Føroya Banki í framtíðini eisini fer at víðka landafrøðiliga virksemi sítt. Nakað, sum eisini varð staðfest av Janusi Petersen. Hesin segði nevnliga, at vinnukundaøkið hevur stórar vakstrarmøguleikar. Bæði innan- og uttanlands.
Spurdur um hetta, staðfestir Súni, at tað altíð verður talan um metingar um, hvat loysir seg og ikki.
- Bankin hevur sjálvandi lagt sína strategi, sum vit royna at fylgja. Men stinga áhugaverdir møguleikar seg upp, so er einki at ivast í, at vit fara at sýna hesum áhuga. Eisini, um talan er um útlendskar avbjóðingar. Bankin hevur fíggjarligu styrkina til at taka dystin upp við kappingarneytarnar, men sum altíð, so vil talan í hvørjum einstøkum føri vera ein spurningur um, hvørt talan er um gevandi íløgu ella ikki, staðfestir hann.
---
Fakta
Súni Schwartz Jacobsen
ættaður úr Gøtu/Klaksvík
Útbúgvin cand.merc.aud í 1990
Statsaut.revisor í 1995
Stjóri í SPEKT í 1996
Giftur Anitu, og saman hava tey trý børn.