Fótbólturin er vorðin alsamt meira stýrdur og skipaður. Tí verður nú farið undir eitt nýtt átak í føroyskum høpi - Street Football, á føroyskum kallað Túnabóltur - Hetta er bara byrjanin. So avgjørdur er Høgni í Stórustovu, fótbóltsforseti í Føroyum um eitt nýtt átak, ið Fótbóltssambandið nú fer undir í samband við rørsluárið.
Túnabóltur er heitið á átakinum, ið er nýtt í føroyskum høpi. Í útlondunum er »Street football«eitt aldargamalt fyribrigdi, kanska best kent úr stóru suðuramerikansku fótbóltstjóðunum Argentina og Brasilia, tó tað er sera útbreitt kring allan heimin. Nú er so ætlanin at tað skal førast inn í Føroyum.
Eitt av høvuðsendamálunum hjá Fótbóltssambandinum er at fáa fólk at spæla fótbólt, eisini øðrvísi fótbólt, enn vit kenna til í Føroyum. Endamálið við júst hesum slagi av fótbólti er sambært Høgna í Stórustovu at sleppa burtur frá tí álvarsliga.
- Tað snýr seg um at fáa gleðina í fótbóltinum fram aftur, og um at fáa tað tekniska spælið at blóma frítt, slær fótbóltsforsetin fast.
Ein partur av ábyrgdini hjá Fótbóltssambandinum frá altjóða fótbóltssamgongunum, er at skipa og verða við í grasrótafylkingum í fótbólti, og passandi er at byrja við Túnabólti, har leikað verður tríggir móti trimum í senn.
- Hetta kann geva eina aðra dimensjón, har tað verður um at fáa gleðina inn aftur í fótbóltin, greiðir Høgni í Stórustovu frá.
Fyrsta høvið, har hetta nýggja slagið av fótbólti verður at síggja, verður longu 5. juni, tá Tórshavnar Kommuna hevur Mentanarnátt.
Vøllurin, ið er av aluminiumsbandum, er 10 x 15 metrar stórur, og leikt verður 3 móti 3 á honum. Hann er framleiddur í og verður verandi í Føroyum.