Vitjan
Eftir fólkatinsvalið 20. november gjørdist tað greitt, at ein nýggjur forsætisráðharrin skuldi setast í starv. Formaðurin fyri Venstre, Anders Fogh Rasmussen, varð stutt eftir valið tilnevndur forsætisráðharri.
Aðrastaðni á síðuni sæst, hvussu nakrir føroyskir politikarar hava uppliva Anders Fogh Rasmussen. Úttalilsini hjá teimum minna eisini ikki lítið um hvørt annað.
Um Anders Fogh Rasmussen er annars tað at siga, at hann varð borin í heim 26. januar 1953. Hann hevur tað mesta ungdómsárunum búð í einum býi tætt við Viborg, og er tað eisini har, at hann er valdur nakrir ferðir, hóast hann seinni er fluttur.
Forsætisráðharrin er útbúgvin cand.oecon (búskapur) frá lærda háskúlanum í Århus. Hann varð fyri fyrstu ferð valdur á fólkating í 1978, men hann hevur verið aktivur í Venstre longri enn so. Hann var á ungum árum kendur fyri síni ógvuliga liberalu sjónarmið, sum eisini koma fram í bókum hansara.
Í 1998 gjørdist hann formaður fyri tingbólkin hjá Venstre og seinni sama ár eisini formaður fyri flokkin.
Anders Fogh Rasmussen er giftur og eigur trý børn.