Í morgin, leygardagin 13. mars klokkan 17.00, verður stórsteypadystur millum bestu kvinnuliðini í fjør. Tey eru greipuvinnararnir í KÍ og NSÍ, sum var næstbest í bæði landskappingini og steypakappingini.
Tað letur til, at NSÍ, sum í fjør luttók í bestu kvinnukappingini fyri fyrstu ferð síðani 2007, av álvara ætlar at bjóða sigursvanda KÍ liðnum av.
Í vetur eru onkrir nýggir spælarar lagdir aftrat, og í kvøld boðar NSÍ frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Barbu Svabo Samuelsen. 20 ára gamla Barba er málverji, og hon hevur tvey tey seinastu árini spælt við HB. Annars hevur hon umboðað B36.
Barba Svabo Samuelsen hevur spælt 17 dystir í bestu landskappingini og fýra dystir í steypakappingini. Í 2017 spældi hon á U-17 landsliðnum.