Ein nýggjur samskiftisrisi

Farodane, Com-Data og ReproZ eru vorðin ein fyritøka, við tí endamáli at brynja seg til kappingina á bæði føroyska og nýggjum marknaðum.

KT-vinna

Á tíðindafundi á Hafnia í morgun varð samanleggingin av Farodane, Com-Data og ReproZ staðfest. Føroyar fáa við samanleggingini ein nýggjan risa innan tænastuveiting innan kunningar- og samskiftistøkni, skrivstovu og samskifti. Afturat hesum eru øll starvsfólkini hjá El og Tele fyri stuttum farin í starv hjá Com Data, og hevur nýggja samtakið eisini yvirtikið virksemið hjá hesi telefon fyritøku.
Christian Nagata, ið fer at stjórna fyritøkuni saman við Rolf Herup Olsen sigur, at fyritøkan við samanleggingini gerst størsti veitari innan hesa vinnu á føroyska marknaðinum.
Nýggja samtakið hevur skrivstovur í Havn, Runavík og Klaksvík.
- Hetta merkir, at vit røkka yvir 90% av føroyskum fyritøkum innan 20 minuttir. Tað síggja vit sum eina sera stóra styrki. Vit ælta at vera sjónlig í umhvørvinum kring landið, sigur Christian Nagata

Trý nøvn
Hóast samanleggingin er veruleiki, so hevur nýggja samtakið ikki funnið sín nýggja samleika. Fyribils fer fyritøkan at virka undir teimum trimum nøvnunum; Farodane, Com-Data og ReproZ.
- Hetta eru trý somikið sterk nøvn á føroyska marknaðinum, at vit eru sannførd um, at einki gott hevði komið av at kroyst ein nýggjan samleika yvir starvsfólkið á einum kunnandi fundi seinnapartin í gjár. Samleiki og navn eigur at koma innanífrá og verða staðfest út frá teimum virðum, ið fyritøkan hevur. Eitt felagsnavn skal nokk koma, men tað hevur ikki skund, greiðir Christian Nagata frá. Nú samanleggingin er vorðin veruleiki, fer Reproz í gongd við at gera brandingina av virkinum.

Ein sterkur leikari
Hesar tríggjar fyritøkurnar eru ein samskiftisfyritøka og tvær KT-fyritøkur, ið virka á tveimum ymiskum økjum. So talan er um ymisk virkisøkir, men samstundis eru partar av virkseminum, ið yvirlappa. Hetta gevur møguleika fyri effektiviseringum, men Christian Nagata vísir aftur, at talan verður um niðurskurð í talinum av arbeiðsfólki.
- Tilsamans hevur nýggja samtakið umleið 100 starvsfólk, við samanleggingini hava vit gjørt eina vakstrarætlan, og vit ætla okkum at veksa sera skjótt komandi 3 árini, bæði á føroyska marknaðinum og á nýggjum marknaðum, tí verður tørvur á øllum starvsfólkum, greiðir Christian Nagata frá.
Endamálið við samanleggingini er at brynja seg til hørðu kappingina á marknaðinum og at gerast ein sterkur leikari innan veiting av fullfíggjaðum tænastum innan KST, skrivstovu og samskifti til føroyskt vinnulív.

Føroyski marknaðurin er primer marknaður
Rolf Herup Olsen vísti á, at Føroyski marknaðurin er høvuðsmarknaður hjá fyritøkuni, og ætlanin er at tryggja sær alt størri part av hesum marknaði. Men samstundis verður við nýggju og størru fyritøkuni møguligt at fara út á útlendskar marknaðir við størri slagkraft. M.a. orsaka av tí fíggjarligu megi, ið Løkir hevur.
Reproz er longu í ferð við at stinga fótin út í heim, og á hesum øki fara spennandi mál at vísa seg í næstum, greiddu nýggju stjórarnir frá.

Ymiskar dygdir
Christian Nagata vísir á, at nýggja fyritøkan breiðir seg frá at veita KT-loysnir til fullar samskiftisloysnir.
- Innan stutta tíð fara flestu føroysku virkir at hava sonevndar cms skipanir. Hetta er eitt dømi um eitt øki, har samanleggingin kann skapa synergi. Meðan Reproz hevur førleikan til at veita tænastur innan innihald og snið. So hava KT-fyritøkurnar førleikar at implementera skipanirnar. Tilsamans kann fyritøkan veita heildarloysn innan økið.

Tær bestu skipanirnar
Fyritøkurnar yvirlappa á ymiskum økjum. T.d. umboða bæði Reproz og Farodane cms skipanir. Ætlanina er ikki í framtíðini at útbjóða fleiri ymiskar skipanir á hesum øki.
- Tað er greitt, at vit nú fara at hyggja at teimum økjum har vit yvirlappa, og fara á hesum økjum at velja tær skipanir, ið nøkta tørvin hjá okkara viðskiftafólki best.

Einans tað besta starvsfólkið
-Tað er eingin loyna, at veruliga virðið í fyritøkuni er starvsfólkið. Okkara mál er, at hava tey bestu starvsfólkini. Fyri at røkka hetta mál er neyðugt við førleikamenning. Tí er eitt krav, at okkara starvsfólk vil vera best. At tey eru áhuga í at verða førleikament. Vit vilja fegin brúka pengarnar upp á førleikamenningina, men krevja, at okkara starvsfólk vilja brúka tíð og orku til etta. Um tað er neyðugt, so senda vit fólk til eitt nú USA ella Danmarkar, um tað er tað, ið krevst fyri at fáa bestu førleikamenningina.

Samanlegging ikki uppkeyp
Í januar keypti íløgufelagið Løkir Farodane, ið er størsta fyritøkan av hesum trimum. Løkir verður sostatt eisini størsti eigarin í nýggja samtakinum við 55%. Men Christian Nagata vísir aftur, at talan er um, at Løkir hevur keypt hinar fyritøkurnar.
- Tað er greitt, at Løkir, sum eigari av størstu fyritøkuni er størsti eigarin, men umframt hetta eiga eg, Christian Nagata og Rolf Herup-Olsen, ið eru stjórar, hvør sín part av fyritøkuni. Umframt hetta eiga hinir eigararnir í uppruna fyritøkunum smærri partar.


Ognarviðurskifti

Com-Data og Faroedane leggja saman í eitt felag og Reproz verður dótturfelag hjá teimum.
Íløgufelagið Løkir: 55%
Rolf Herup Olsen: 11%
Christian Nagata11%
Fyrrverandi partaeigarar Com-Data og Reproz18%
Anna og Carl Herup Olsen Grunnur5%


Nevnd og stjórn í samtakinum
John Petersen, nevndarformaður
Fróði Hansen, nevndarlimur
Pauli Ellefsen, nevndarlimur
Eiler Jacobsen yngri, nevdarlimur

Rolf Herup Olsen, stjóri
Christian Naga, stjóri

Farodane P/f
Farodane P/f varð stovnað í 1950 og fram til 10. januar í ár var fyritøkan familjufyritøku, tá keyptir íløgufelagið Løkir hana. Farodane er heildarveitari innan KT- og skrivstovuloysnir. Fyritøkan hevur 4 deildir: Farodane, City, Casa og Kvasir. Hjá Farodane starvast 50 starvsfólk.

Com-Data P/f
Com-Data P/f varð stovnað í 1980. Fyritøkan er heildarveitari av KT-, telefoni, fíggjarstýrings., fyrisitingar- og fiskivinnuloysnir. Com-Data hevur deildir í Klaksvík, Runavík og á Argjum. Hjá Com-Data starvast 28 fólk.

Reproz P/f
Reproz P/f varð stovnað í 1989. Fyritøkan er veitari av snið-, samskiftis-, og CMS loysnir, umframt grafiska og bókaframleiðslu. Hjá Reproz starvast 19 starvsfólk.