Ein nátturu gøla - og føroysk líkasæla!

Oddagrein

 

Tað er einki annað enn ein umhvørvisvanlukka, sum hevur tikið seg upp í Eysturoynni, nú ILA-sjúkan hevur rakt alibrúk á Funingsfirði eisini. Frammmanundan hevur sjúkan herjað alibrúk í Fuglafirði og í Oyndafirði, og eini 500 tons av deyðum fiski standa sum ein landsskomm á gamla lorvíksvegnum.


Tá ein slík álvarsom sjúka ger seg galdandi tríggjar ferðir í lutfalsliga stutta tíð, og frammanundan hevur gjørt nógv um seg í grannalondum okkara, taka nógvir spurningar seg upp.


Ein grundleggjandi spurningur er, um vit verja okkum nóg væl og um vit eru nóg tilvitandi um vandar og umhvørvisspurningin. Tá sjúkan rakti Fuglafjørð, frættist um ein brunnbát, sum var komin úr Hetlandi, og Hetland og Skotland vóru frammanundan fongd við sjúkuni! Vórðu vit á varðhaldi?


Spurningurin er eisini, hvussu eru vit á varðhaldi, og hvussu gera vit alarar og myndugleikar tilvitandi um vandar við alisjúkum, sum kosta alarum, trygging, fólki á staðnum og landi nógv, bæði beinleiðis í peningi, tíðarspilli og í umdømi.


Ein máti at gera alarar meiri tilvitandi um slíkar vandar og umhvørvisspurningin sum heild, er at lata teir ábyrgjast í størri mun enn higartil. Tað veri seg bæði viðvíkjandi leigu fyri øki, kostnaði í upprudding, lutttøku í tænastuveitingum, kravi um grønan roknskap o.a. Í hesum døgum hevur alivinnan ráð til tað.


Nú ILA-sjúkan hevur rakt Funningsfjørð, kunnu vit spyrja: Hvat gera vit fyri at verja okkum ímóti, at sjúkan ikki rakar megin-aliøkini? Nakrar fáar kilometrar sunnan fyri Funningsfjørð liggur Skálafjørður við fleiri alibrúkum, alivirki, uppboðssølu, fiskavirkjum, komandi útgerðarhavn o.s.fr. Hinumegin fjallarøðina fyri vestan liggur Sundalagið við alivirkjum, skeljavirki, fiskavirkjum, sláturvirki o.ø.


Tað er einki annað enn ein katastrofa, um hesir firðir verða ella eru raktir, alifiskur í túsund tonsatali skal drepast og øll skipaferðsla skal steðgast! Vit seta krøv, strong krøv, til útlendingar, nú oljuvinnan stendur fyri durum. Sum rætt er. Men hvat krevja vit av okkum sjálvum? Bara tað, at vit ikki hava eina veruliga umhvørvisfyrisiting her á landi, hóast ótald varskó á hesum stað, sigur alt um líkasælu okkara!