Ein norðurlendsk avbjóðing

Fyri góðum hálvum ári síðani byrjaði Birgir Kruse sum rektari á Nordisk Journalistcenter í Århus. Vit hava hitt Birgir til eitt prát um arbeiðið og journalistikkin - bæði í føroyskum og norðurlendskum høpi. Peikifingurin er á lofti, og metingin av føroysku miðlunum er, at teir eru ov lítið nýskapandi

Århus: Áhugin fyri Norðurlondum, at vita, hvussu arbeiðslívið er uttan fyri Føroyar og áhugin fyri journalistikki í einum mentanarligum ljósi.
Hesar tríggjar høvuðsorsøkirnar nevnir Birgir Kruse, tá hann verður spurdur um, hví hann av fyrstan tíð søkti um starvi sum rektari á Nordisk Journalistcenter (NJC) í Århus.
Í januar í ár tók Birgir Kruse við starvinum sum rektari á NJC. Eitt starv, sum er fylt við avbjóð-ingum. Og júst teimum avbjóðingunum, sum hann sjálvur hevur stóra tráðan eftir.
Fastlagdar uppgávur
Birgir hevur nú flutt bæði seg sjálvan og familjuna til jútska høvuðsstaðin. Ein flyting, sum í fyrsta umfari verður í fýra ár. Starvið á NJC er nevniliga avmarkað til fýra ár, tó við møgu-leika at leingja tað í eitt fýra ára skeið afturat. Arbeiðsgevari er Nordisk Ministerråd. Uppgávan er norðurlendsk og russisk.
? Mítt starv gongur fyrst og fremst út uppá, at framleiða 11 norðurlendskar skeiðsvikur um árið í Norðanlondum og harafturat 10-15 støk skeið hvørt ár í Russlandi. Uppgávan hjá mær er at fylla vikurnar. Finna evni, undirvísarar, syrgja fyri innivist til journalistarnar og ikki minst marknaðarføra og halda tey ymisku skeiðini, greiðir Birgir Kruse frá.
Skeiðini hava skiftandi longdir, og eitt høvuðsskeið er, sum varðar átta vikur. Tað í ár, við heitinum Århus 2004, fór av bakkastokki mánadagin, 6. september.
Nordisk Journalistcenter skipar fyri journalistiskum skeiðum, ið hava tann felagsnevnaran, at tey viðgera aktuell norðurlendsk viðurskifti. Tað verið seg øll hugsandi evni, men sett inn í eitt norðurlendskt høpi.
Føroyskt íkast
At rektarin stavar úr Føroyum merkist eisini aftur á skeiðunum. Millum annað var afturvendandi skeiðið "Verden set ovenfra" í Føroyum í august í ár. Hetta skeiðið viðger nátturu og tilfeingi her norðuri hjá okkum, beint nú.
Næsta ár verður eitt skeið, við heitinum "Musikjournalistik 2005" eisini í Føroyum. Har verður hugt nærri at, hvat tónleikajournalistikkur er fyri nakað, og so verður eisini hugt nærri at føroyska tónleikalívinum.
Millum annað verður skeiðið tvinnað saman við finaluna í Prix Føroyum 2005. Eisini skulu journalistarnir hitta føroysk tónleikanøvn, sum eitt nú Sunleif Rasmussen, ið vann Norður-lendsku tónleikavirðislønina.
? Hetta starvið gevur mær nógvar nýggjar avbjóðingar. Eg eri av teirri sannføring, at tá tú hevur starvast innan eitt ávíst øki drúgva tíð, so hevur tú tørv á at finna okkurt nýtt fyri ikki at steðga upp, sigur Birgir Kruse. Hann peikar á seg sjálvan og greiðir víðari frá, at eftir at hava gjørt útvarpssendingar í 25 ár, fekst hann við Listastevnuna í fýra ár, áðrenn hann flutti.
? Eg skuldi millum annað syrgja fyri stuðlum, og í so avmarkaðum samfelag endar tað við, at tú kemur at tosa við tey somu fólkini hvørja ferð. Og tað er ikki stuttligt. Hvørki hjá teimum ella hjá mær. Mær dámar væl tað, at ein hevur møguleika fyri "umskiftiligheit".
Avbjóðingar
Birgir dylir ikki fyri, at avbjóðing var ein av orsøkunum til, at hann valdi at skifta bæði búðstað og starv.
? At koma útum Føroyar og síggja, hvussu arbeiðslívið er aðrastaðni. Og hóast alt ikki vera alt ov langt heimanifrá. Professionelt er hetta so áhugavert, sum tað kann verða. Tað ber ikki til at fáa eitt slíkt starv við slíkum avbjóðingum í Føroyum.
Stýrið fyri NJC hevur einaferð staðfest, at tann størsti einsháttaði norðurlendski mentanar-arbeiðarabólkurin eru journalistar. Hetta er ein setningur, sum Birgir Kruse hevur tikið til sín.
? Tað er her, uppgávan hjá Nordisk Journalistcenter byrjar. Arbeiðsøkið hjá mær eru 45.000 norðurlendskir journalistar. Ein mentanar-arbeiðarabólkur, og tað er júst hendan vinklingin mær dámar væl.
Fáir føroyingar
Síðani Nordisk Journalistcenter byrjaði virksemi sítt fyri 47 árum síðani, hava bert tveir føroyingar luttikið á tí átta vikur langa høvuðsskeiðnum. Torolf Dam fyri Føroyatíðindi í 1960 og Kristianna K. Jespersen fyri Útvarp Føroya í 1979.
? Føroyskir journalistar hava lítlan áhuga í skeiðunum. Ein kanning, ið varð gjørd í 2001, vísir, at tað mest eru blaðstjórar og tíðindaleiðarar, ið vísa áhuga, greiðir Birgir Kruse frá. Teir vilja fegnir senda journalistar á skeið, men vanligu journalistarnir hava ikki áhuga fyri hesum skeiðum.
Birgir Kruse vísir eisini á, at skeiðini verða fíggjað av Nordisk Ministerråd, og tí eru tey bíligari enn vanligt. Men journalistarnir skulu tó hava arbeiðsfrí og av við nakrar túsundkrónuseðlar, um teir skulu luttaka. Í so máta eru norsku journalistarnir best fyri. Umframt at fáa alt skeiðið goldið við løn, kunnu teir eisini fáa dagpengar.
Føroyar líkjast Russlandi
Ein partur av arbeiðnum hjá rektaranum á NJC er at skipa fyri 10-15 árligum skeiðum í Russlandi. Birgir hevur hildið fleiri fyrilestrar har yviri, og hann leggur ikki fingrarnar í millum:
? Føroyingar erpa sær av at hava heimsins elsta demokrati. Russar hava eitt av heimsins yngstu. Men hóast hetta, so hava føroysku og russisku miðlarnir nógvar felagsnevnarar. Ikki minst, tá vit meta um aktuellu gongdina í samanleggingini av báðum loftmiðlunum. Hetta er júst sum at hoyra journalistar í Russlandi, sigur Birgir. ? Gert tú vart við teg á ein nýskapandi ella óvæntaðan hátt, so er ikki gott at vita, hvat myndugleikarnir finna uppá.
Hann vísir á, at í Russlandi eru fjølmiðlarnir framvegis málgagn hjá politiskum flokkum ella áhugabólkum. Og hetta royna teir at bróta seg frá.
? Vit eru ikki komin nógv longri enn tað sama í Føroyum. Sjálvt um miðlarnir siga seg vera óheftar, so vita øll, at teir eru á ein ella annan hátt tengdir at ávísum politiskum flokkum og áhugamálum.
Birgir heldur, at føroysku bløðini royna at virka sum miðlar, men tá tað kemur til menning, ið setir innihaldið í hásætið og tekur brúkaran í álvara, so er tað sjónvarpið, ið er komið longst.
? Innan tíðindi, mentan og nýhugsan av sendingum, so hevur sjónvarpið ment seg mest. Eg haldi, at útvarpið, sum tekniskt er perfekt, torir ikki at taka nýggjar avbjóðingar upp, og harvið er útvarpið eisini endað í sínum djúpasta aldudali higartil. Tí hugsað verður mest um tøkni og ikki um innihald.
Stirvið í Føroyum
Sambært Birgir Kruse, so líða bløðini millum annað undir gomlu flokspressuni. Tað er torført at taka tey í álvara, og uppaftur torførari at hava eitt kritiskt útgangsstøði.
? Skikkaður kritikkur skal til, fyri at nakað kann mennast. Og her hugsi eg um almennan kritikk. Slíkur finst ikki í Føroyum, og tað er ein trupulleiki, sum bara versnar, sum árini ganga og eingin kvalifiseraður og óheftur persónur gevur nakað boð uppá, hvussu innihaldið í føroyskum miðlum kundi havt verið.
Tá tað kemur til útvarp og sjónvarp, so eru fortreytirnar fyri arbeiðnum øðrvísi har. Føroyski brúkarin kennir bara føroyskt útvarp, og harvið hevur hann onki annað at samanbera við.
? Sjónvarpshyggjararnir fáa hinvegin eina rúgvu av útlendskum tíðindum og tilfari. Harvið verða krøvini til Sjónvarp Føroya alsamt størri.
Hinvegin heldur Birgir Kruse, at bløðini eru tey einastu, ið liva undir marknaðartreytunum. Spurningurin um at yvirliva avhongur allatíðina av søluni av bløðunum, og hetta er ikki ein spurningur, útvarpið og sjónvarpið hava at dragast við. ? Sum heild er føroyski fjølmiðlaheimurin ov stirvin, ov lítið nýskapandi og uppsøkjandi. Tað er torført at finna ein "public service" miðil í Føroyum, og har haldi eg, at bløðini eru tættast í og við teirra óloysiliga knýti at marknaðinum. Tey liva meira í fólksins tænastu og eru nærri lokalum viðurskiftum, enn útvarpið og sjónvarpið eru. Og hetta er størsta tvørsøgnin í føroyskari miðlasøgu. Tí tað eigur at verða beint tvørturímóti.
---
Men sum er nú, so verður Birgir Kruse verðandi tann kritiski eygleiðarin á síðulinjuni. Hansara starv verður komandi fýra árini at syrgja fyri, at norður-lendskir journalistar lata eyguni upp fyri teimum norðurlendsku áhugamálunum og viðurskiftunum.
Ein av hansara stóru avbjóðingum verður um trý ár, tá Nordisk Journalistcenter skal hátíðarhalda 50 ára føðingar-dagin. Tá skal rektarin syrgja fyri hátíðarhaldi og innihaldi og ikki minst leggja lunnar undir eina nýggja norðurlendska journalistvirðisløn, ájavnt við bókmenta- og tónleikavirðislønina. Enn ein avbjóðing í røðini.

······
FAKTA UM BIRGIR KRUSE
Føddur 1957

Útbúgving
1985 læraraútbúgving, Føroya Læraraskúli
2000 pedagogiska diplomútbúgving, Danmarks Pædagogiske Universitet

Størv
1979-1981 diskoteksfólk, Útvarp Føroya
1985-2000 lærari, Eysturskúlin
1997-2000 lærugreinaráðgevi, Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð
2000-2001 mentablaðmaður, Sosialurin
2001-2004 marknaðarleiðari, Norðurlandahúsið

Annað
1978-2003 free lance, Útvarp Føroya
1984-1992 formaður, Filmsfelagið
1987-1999 skrivari, Norrøna Felagið í Føroyum
1997-1999 næstformaður, Føroya Lærarafelag
1998-2004 limur, Loftmiðlanevndin
2000-2004 umboð Tórshavnar Býráðs í Listastevnu Føroya
2004- rektari, Nordisk Journalistcenter

Arbeiðsgevari er Nordisk Ministerråd og starvið er avmarkað til 4 ár við møguleika fyri einum 4 ára skeiði afturat. Birgir Kruse er fimti rektarin á Nordisk Journalistcenter. Hinir eru: Erik-Reske Nielsen, Danmark, Audun Bakke, Noreg, Sigrún Stefansdóttir,Ísland, Stein-Ove Grønsund, Noreg.

Útvarp Føroya
Heimanífrá hevur Birgir Kruse fyri Útvarp Føroya í fjórðingsøld skapað
sendingar og sendirøðir so sum Rokkredaktiónin, Beat Box 328,
Náttarravnar, Burtur á heiði, undir Norðstjørnuni, Kuffertið, Opið Hús,
Kon-Tiki, Blomsturbørn, Vetrarbreytin, Stýrivolt og seinast Skúlagáttin.
Fyri 3 ára sendirøðina Vetrarbreytin fekk Birgir Kruse í 1998 virðslønina Nordbok's Nordisk Journalistpris.