Ein Obama og annar

Í seinastuni hava leysasøgur gingið um, at amerikanski forsetin, Barack Obama, ætlaði sær at taka lut á einari ráðstevnu, sum altjóða olympiska nevndin, IOC, heldur í Keypmannahavn fyrst í oktober. Men nú hevur forsetin boðað fyrireikarunum frá, at hann hevur ikki tíð at fara til Keypmannahavnar.

Men ein Obama verður kortini ráðstevnuni, tí kona forsetans, Michelle Obama, verður í amerikonsku sendinevndini.

Tað er ikki av tilvild. Michelle Obama er ættað úr Chicago, sum hevur søkt um at sleppa at skipa fyri teimum olympisku leikunum í 2016.