Ein øðrvísi dagur á ellisheimi

Á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna fara tey í morgin at hugna sær við tombola, lutaseðlasølu og loppumarknaði.

 

 

 

Hósdagin hin 13. mai, sum er í morgin, verður eitt øðrvísi tiltak á Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.

 

Tá fer trivnaðarbólkurin á ellisheiminum at skipa fyri tombola, lutaseðlasølu og loppumarknaði.

 

Tiltakið, sum verður í kjallaranum á heiminum, byrjar klokkan 15, og her verða nógvir góðir vinningar.

 

Á lutaseðli ber eitt nú til at vinna nátt á Hotel Føroyum, kafé-borð við stólum, tjald, gávubrøv og mangt annað.

 

Trivnaðarbólkurin, sum stendur aftan fyri tiltakið, sigur, at møguleiki verður eisini at keypa kaffi og køkur, og øll eru hjartaliga vælkomin.