Á forvitnisliga tiltakinum í Skótahúsinum við Løkin verður eisini møguligt at gera sínar egnu smúkkur ella sniðgeva sær onkra gávu til eitt nú mammudagin hjá onkrum av luttakarunum.

Ein øðrvísi sølustevna í Runavík um vikuskiftið

Á sølustevnuni verður møguleiki at sígga, hvussu ymiskar vørur vera framleiddar.

Á forvitnisliga tiltakinum í Skótahúsinum við Løkin verður eisini møguligt at gera sínar egnu smúkkur ella sniðgeva sær onkra gávu til eitt nú mammudagin hjá onkrum av luttakarunum.

Í samband við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hesa vikuna, verður ein øðrvísi sølustevna í Skótahúsinum við Løkin um vikuskiftið.

 

- Til felags fyri tær fleiri enn 20 smáfyritøkurnar, sum eru við á sølustevnuni, er, at tær dagliga ikki hava nakran sýnisglugga uttanum internetið. 

 

Tað siga tey, sum standa aftanfyri hetta fornitnisliga sølutiltak.

 

Hetta eru smáfyritøkur, sum fáast við praktisk og kreativ ting av alskyns slag - alt frá djórum, fab lab, list, smykkum, binding, vælveru, sangi og mangt, mangt annað.

 

Á sølustevnuni verður møguleiki at sígga, hvussu ymiskar vørur vera framleiddar.

 

- Her verður eisini verður møguligt at gera sínar egnu smúkkur ella sniðgeva sær onkra gávu til eitt nú mammudagin hjá onkrum av luttakarunum.

 

Leygardagin klokkan 14 fer Sóley Leo Steintún at framføra, og klokkan 15 fer Marjun Wolles at hava stórt Syngið-við-tiltak við við børnum. 

 

- Øll eru vælkomin at luttaka, siga fyrireikararnir av serstaka og forvitnisliga tiltakinum í Skótahúsinum við Løkin.

 

Lagt verður aftrat, at tiltakið, sum er kent undir heitinum Pop-Up marknaður, byrjar í morgin, leygardagin klokkan 11.

 

 

 

 

 

Á forvitnisliga tiltakinum í Skótahúsinum við Løkin verður eisini møguligt at gera sínar egnu smúkkur ella sniðgeva sær onkra gávu til eitt nú mammudagin hjá onkrum av luttakarunum.