Ein ov long ferð til Australia

Nýggjasti filmarnir í biografinum eru m.a. filmurin Australia, ið Nicole Kidman og Hugh Jackman hava høvuðsleiklutin í. Ummælarar kring okkum eru samdir - ferðin til Australia er ov long!

Nicole Kidman er tann enska frúan, sum ferðast til Australia í 1940´unum, við tí fyri eyga at bjarga familjugarðinum. Sum verða man eru katastrofalar hendingar eyðkenni av hennara lívið, og bert við hjálp frá tí australska Hugh Jackman, gongur alt sum tað skal.

Filmurin er partvíst ein samanrenning av ´Gone with the Wind´ ´Far and Away´ og eitt sindur av ´African Queen´, og hóast góðar møguleikar, so megnar instruktørurin Baz Luhrman ikki føra ´Australia´ upp á eitt nøktandi støði.